Atløgubryggjan í Dali hevur fingið ein harðan umgang í óveðrinum um vikuskiftið.
Tað hevur verið ringt veður seinastu dagarnar og tað hevur havt sína ávirkan nógva staðni. Millum annað á atløgubryggjuna í Dali, ið stendur til at klovna, eftir at brimið hevur brotið harliga inn á hana.
Ein stór riva kom í um vikuskiftið (sí filmsbrot), men eftir ógvusliga brimið í gjár, gjørdist skaðin enn størri. Endin á atløgubryggjuni er næstan losnaður heilt frá. Hann er ikki farin av enn, men sum sæst á myndini, so manglar lítið í áðrenn hann fer av.
Tað er óvist hvat orsøkin er, men gitt verður, at at stórur partur av undirlagnum er farið undan.