Føroyski landsliðsleikarin, Ásla Johannesen gjørdist í dag sigursmálskjútti hjá steypavinnarununum, Piteå í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli vann Piteå 1-0 á Djurgården.
Tá 57 minuttir vóru leiktir fekk Ásla bóltin serveraðan beint uttanfyri brotsteigin hjá Djurgården, og við góðum skoti fekk hon frá 17 metra fjarstøðu beint bóltin framvið málverjanum hjá Djurgården í netið til 1-0, ið gjørdist sigursmálið.
Ásla spældi allan dystin fyri Piteå.
Ígjár spældi Jóhanna Fossdalsá allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í BK Häcken vunnu 2-0 (0-0) á Trelleborg á útivølli.
Häcken er næstfremst í deildini við 29 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Rosengård. Piteå er nummar sjey í deildini við 15 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Piteå-Djurgården 1-0 (0-0):
##med2##