Video: Arnold sendir áheitan til Trump

Sí video her.

Síðani Donald Trump, forseti í USA, boðaði heiminum frá, at hann fer at taka USA úr Paris avtaluni, hava alsamt fleiri amerikanarar tikið almenna frástøðu til útsøgnina hjá forsetanum. 

 

Tað var í 2015, at alheimsleiðarar hittist i Paris við tí endamálið at fáa eina semju um, hvussu heimurin skuldi handfara hóttanir um jarðarupphiting. Her var ein avtala undirskrivað, har 175 lond og ES undirskrivaðu avtalu um, at binda seg til at minka um útlátini komandi árini. 

 

Men nú hevur Trump also boðað frá, at hann ynskir at taka USA úr avtaluni. Hetta hevur fingið fleiri politikarar í USA og somuleiðis fyrrverandi politikarar og annars mong kend andlit at rakna við og vísa teirra illvilja móti ætlanunum alment.

 

Tann seinasti í røðini er fyrrverandi guvernørurin í Kalifornia Arnold Schwarzenegger, sum talar at. Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið frá Youtube kanalini MacEntertainment.