Tað hevur gingið minni væl hjá Sandnes ULF á útivølli í næstbestu fótbóltsdeildini, har teir m.a. hava verið fyri tveimum stórtapum.
Á heimavølli í Sandnes er øðrvísi, har Sandnes ULF ikki hevur tapt enn í kappingini.
Ari Mohr Jónsson kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Sandnes ULF vann 3-1 á Oslo KFUM ígjár. Øll málini í dystinum vóru komin tá Ari kom á vøllin. Í steðginum var Sandes ULF á odda 2-1.
Kent Håvard Eriksen legði heimaliðið á odda á hálvtímanum. Fimm minuttir seinni javnaði Oslo KFUM. Johannes Andres Godoy legði stutt undan steðginum heimaliðið á odda, og bert fáar minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi útiliðið sjálvmál.
Sandnes ULF er nummar trý við 17 stigum fyri níggju dystir. Tromsø er ovast við 24 stigum. Rættiliga óvæntað tapti Tromsø 0-2 á útivølli móti Grorud. Ranheim er nummar tvey við 21 stigum.
Mánadagin spælir Sandnes ULF móti Åsane, ið liggur á fimta plássi við 14 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Oslo KFUM 3-1 (2-1) :
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1127816&mediaId=22ecb79cb6d24b1cb00bacd42e6f1abf&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>