VIDEO: Annað málið hjá Brandi fyri FH

(Video) Sìggj málini frá dystinum FH-KA 3-1, har Brandur H. Olsen skoraði annað málið í dystinum.

Hóskvøldið vann føroyingaliðið, FH 3-1 á KA Akureyri á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í dysti í íslendsku pepsideildini.

 

Báðir føroyingarnir byrjaðu inni, og Brandur Hendriksson skeyt málið til 2-0. Hann varð útskiftur í 88. minutti. Brandur skeyt eisini eitt mál sunnudagin, tá ið FH vann 3-2 ímóti Fjølni. Hini bæði málini í kvøld skeyt Steven Lennon.

 

FH hevur níggju stig fyri fyrstu fýra dystirnar og er á einum deildum fyrsta plássi saman við Breiðabliki, sum tó hevur ein dyst til góðar. Breiðablik spælir í morgin á útivølli ímóti KR. ÍBV er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum millum FH og KA sum FH vann 3-1. 

 

Støðan:

 

1Breiðablik43109:310
2FH43018:69
3Grindavík42114:27
4Fylkir42116:57
5Valur41306:56
6Fjölnir41217:75
7KR41216:65
8Víkingur R.41214:45
9KA41126:74
10Stjarnan40319:103
11Keflavík40133:71
12ÍBV40133:91