Alex Troleis slapp veruliga at royna seg í kvøld, tá hann saman við Jørleifi Djurhuus og Jan Hermansen, hjálpardómarum og Eiler Rasmussen, fjórða dómara dømdi heimadystin hjá CFR Cluj úr Rumenia, ið spældi móti andoriansku meistarunum, D´Escaldes í Europa Conference League undankappingini.
Liðið úr Andorra byrjaði við 10 sponskum og einum rumenskum leikara, og tá kláraði tann rumenski leikarin enntá at gera sjálvmál.
Cluj vann dystin 3-0, og teir fingu eitt brotsspark tíðliga í dystinum, har Alex metti, at bólturin fór í hondina á verjuspælaranum. Alex deildi fýra gul kort út í kvøld, har liðini fingu tvey í part.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, ið føroyska dómarakvartettin dømdi í Cluj í kvøld:
##med2##