VIDEO: Áki og liðfelagarnir vunnu á Stabæk á útivølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Stabæk-Ranheim 1-2 (0-1)

Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 90 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim vunnu á Stabæk í útidysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Beint undan steðginum legði senegalski áleyparin, Seydina Diop Ranheim á odda 1-0. Í 58. minutti legði Seydina Diop upp til Leander Alvheim, ið økti til 2-0. Eftir hetta hevði Áki nakrar góðar royndir móti málinum hjá Stabæk, ið vóru bjargaðar av málverjanum. Stutt undan dystarloki minkaði Stabæk um munin.

 

Ranheim er nummar sjey í deildini við 19 stigum fyri 13 dystir. Bert málmunurin skilir Ranheim frá Odd, ið er á sætta plássinum.

 

Leygardagin 26. juli tekur Ranheim móti júst Odd á heimavølli. 

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Stabæk-Ranheim 1-2 (0-1). Tveir málmøguleikar hjá Áka síggjast í samandráttinum:

 

##med2##