Adrian Justinussen var á vøllinum í 80 minuttir, og skoraði eitt vakurt mál, og Daniel Johansen var á vøllinum seinastu minuttirnar, tá Hillerød vann 3-0 á Vendsyssel FF á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í 77. minutti spældi amerikumaðurin, Monday Etim Adrian hegnisligan frían í brotsteiginum. Adrian tók og meddaði bóltin í netið til 3-0. Hillerød skoraði hini bæði málini í fyrra hálvleiki.
Talan er um sjeynda málið hjá Adrian í næstbestu donsku deildini hetta kappingarárið.
HER ber til at síggja málini hjá Hillerød. Njótið góða skotið hjá Adrian.
Hillerød er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir.
Komandi týsdag klokkan 16 hevur Hillerød ein spennandi dyst á heimavølli í donsku steypakappingini. Tá komu donsku meistararnir, FC Midtjylland á vitjan.