VIDEO: AC Horsens-Vejle 3-3 (2-0)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum har Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vóru staðfestir niðurflytarar úr bestu donsku fótbóltsdeildini

Hallur Hansson, venjarin Jens Berthel Askou og liðfelagarnir hjá føroyska liðformanninum í AC Horsens eru í hesi løtu ógvuliga vónbrotnir. Nú er tað greitt, at AC Horsens fer at flyta niður úr superliguni og eftir summarsteðgin fer at spæla í næstbestu deildini. 

Tað er greitt aftaná javnleik 3-3 á heimavølli móti Vejle. Tíverri fekk Viljormur Davidsen ikki spælitíð fyri Vejle í dag. 

AC Horsens var á odda 3-0 og vóru á greiðari sigurskós, men teir mistu alt á gólvið seinastu løtuna av dystinum. 

AC Horsens – Vejle 3-3 (3-0)
1-0 Louka Prip (26.)
2-0 Louka Prip (45.)
3-0 Lirim Qamili (52.)
3-1 German Onugkha (63.)
3-2 German Onugkha (85.)
3-3 German Onugkha (90.)

- Vit vunnu bara ein dyst í heyst, og tí vóru vit greiðir yvir, at tað var stórt sannlíki fyri, at vit fóru at flyta niður, hóast tað í vár hevur hilnast væl betri, enn tað gjørdi fyrru helvt av kappingarárinum. Men dysturin í dag var góð mynd av hesum kappingarárinum. Tá ið vit eru upp á tað besta, kunnu vit sammeta okkum við liðini, sum eru í miðjuni í superliguni. Soleiðis var tað fyrsta tíman ídag. Katastrofali trupulleikin er, at botnstøðið er so lágt. Tá avrika vit ikki frægari enn lið, sum eru mitt í næstbestu deildini. Tað sóu vit síðsta hálva tíman í dag, tá ið vit mistu 3-0 leiðslu, og dysturin endaði 3-3, sigur Hallur Hansson.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:

##med2##

Nr.LiðDystirVJTMál skoraðMál ímótiMálmunurStig
1AaB2810993738-139
2SønderjyskE27105123739-235
3OB2789103134-333
4Vejle2889113342-933
5Lyngby2867153053-2325
6AC Horsens2848162449-2520