Video: 80 børn í Havn sleppa ikki at svimja

Á móttøku hjá borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen, fyri svimjarunum hjá Havnar Svimjifelag, sum vunnu føroyameistarastevnuna á langgeil í Vági, segði Erling Eidesgaard millum annað, at stóri trupulleikin hjá Havnar Svimjifelag er, at 80 børn standa á bíðilista og sleppa hvørki at svimja í 25 metra hyli ella í 16 metra hyli.

 

Hann segði seg eisini vóna, at nýggja býráðið í Havn fer at halda lyftið, tey hava givið svimjifelagnum um, at projekteringini av langhylinum fer í gongd í ár, og at arbeiðið at byggja 50 metra hylin byrjar næsta ár.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra Erling Eidesgaard takka vegna Havnar Svimjifelag.