Tað var fyri júst 30 árum síðani, at føroyska fótbóltslandsliðið fekk sítt annað framúr góða úrslit í fyrstu undankappingini landsliðið tók lut í.
Hetta var á kenda leikvøllinum Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi. Norðurírar høvdu havt framúr góð avrik við at vinna seg til HM-endaspølini í 1982 og í 1986 við Billy Bingham sum venjara.
Men hendan dagin fyri 30 árum síðani fingu Billy Bingham og hansara menn ein skelk tá teir møttu føroyska landsliðnum.
Norðurírar koma á odda 1-0 við einum máli sum Colin Clarke, ið tá spældi við Portsmouth skoraði, og so hildu tey flestu, at nú var tað bara ein spurningur um hvussu stórur heimasigurin fór at vera.
Men føroyska liðið vildi tað øðrvísi. Við einum arbeiðsavriki av dimensjónum, einum vælspælandi Jens Martin Knudsen í málinum og onkrum marginalum í okkara lut eydnaðist tað at knógva ein minniligan 1-1 javnleik heim.
Í 63. minutti fekk Kári Reynheim eina rimmar sending frá Allani Mørkøre, og so rungaðu legendarisku orðini hjá Árna Gregersen á KVF: "Kári Reynheim hevur skorað.........Kári Reynheim HEVUR SKORAÐ........tað er ótrúligt". Kári Reynheim stútaði bóltin hegnisliga í netið til 1-1, og eftir hetta eydnaðist at halda tætt í verjuni.
Heima í Føroyum varð 1-1 javnleikurin í Belfast feiraður næstan líka nógv sum 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona í somu EM-undankapping.
"The Electrician put Out the Lights in Belfast" (Elektrikarin sløkti ljósini í Belfast), skrivaði eitt av stóru bretsku dagbløðunum aftaná dystin.
Málhetjan, Kári Reynheim plagar onkuntíð at taka til: - Føroyska landsliðið hevur ongantíð tapt ein dyst tá Kári Reynheim hevur skorað. Og tað passar eisini. Kári Reynheim skoraði tvey mál fyri Føroyar, og báðu ferð fingu vit javnleik 1-1. Hin 1-1 javnleikurin var í einum venjingardysti móti Ísrael á Svangaskarði tann 5. august í 1992.
HER ber til at síggja brot úr dystinum sum YouTube rásin Farerets hevur lagt út. Talan er um frásøgnina hjá Árna Gregersen á SVF:
##med2##
Føroyska liðið 1. mai í 1991 (Kelda: FaroeSoccer) :
Nr. | Føroyar - Leikarar | Felag |
---|---|---|
1 | NSÍ | |
2 | Jóannes Jakobsen (L) | VB |
3 | B36 | |
4 | MB | |
5 | VB | |
6 | KÍ | |
7 | SÍF | |
8 | HB | |
9 | ÍF | |
10 | Kári Reynheim 73' | B36 |
11 | Kurt Mørkøre 88' | KÍ |
12 | Ari Thomassen 73' | SÍF |
14 | MB | |
|