Víðagitin prædikumaður og heimskendur sangari til Føroya

Franklin Graham, sonur víðagitna evangelistin Billy Graham, og heimskendi sangarin Michael W. Smith koma til Føroya 21. juni.

 

Franklin Graham, sonur víðagitna evangelistin Billy Graham, og heimskendi sangarin Michael W. Smith koma til Føroya 21. juni.

 

Tvey møti eru á skránni, tað fyrra klokkan 18.00 hetta kvøldið, tað seinna, eitt ungdómsmøti, klokkan 21.30 sama kvøld. Møtini verða hildin í høllini á Hálsi.

 

Svenning av Lofti er ein av fyriskiparunum handan vitjanina. Hann sigur, at vitjanin er eitt úrslit av tí góða sambandinum, sum hevur verið millum føroysk umboð og the Billy Graham Evangelistic Association í áratíggju longu.

-          Tað byrjaði í 1993, tá vit samsendu saman við evangeliska felagsskapinum hjá Billy Graham. Billy Graham helt eina møtirøð niðri í Essen í Týsklandi, sum vit vístu beinleiðis á stórskíggja, millum annað í Gundadalshøllini. Í 1995 sendu vit aftur frá eini møtirøð, sum Billy Graham helt í Puerto Rico. Hendan var víst á stórskíggjum um alt landið, greiðir Svenning av Lofti frá.

 

Hann sigur, at hann hevur kent umboðsmannin hjá Franklin Graham persónliga síðani møtirøðina í 1993, og tað er hetta tætta samband, sum nú ger, at Franklin Graham ynskir at vitja Føroyar.

-          Vit hittu Franklin Graham undir eini møtirøð hjá honum í Íslandi í 2013 og hann spurdi tá, um tað lá fyri at koma til Føroya í 2014. Tað er altso eftir eini áheitan frá sær sjálvum, at han kemur hendan vegin, sigur Svenning av Lofti.

 

Hann greiðir frá, at Franklin Graham hevur eina møtirøð í Ukraina mitt í juni, og tað er á veg heim eftir hesa møtirøð, at hann fer at stegða á í Føroyum.

-          Hann verður í Føroyum ein dag og fer at hava tvey møti, annað klokkan 18.00 og hitt klokkan 21.30, sum verður rættað meiri móti ungdóminum, sigur Svenning av Lofti.

 

Við sær á ferðini hevur hann heimskenda sangaran Michael W. Smith. Hann hevur vitjað í Føroyum fyrr, í 1996, tá hann helt eina konsert inni í ítróttarhøllini í Runavík.

-          Michael W. Smith ferðast nógv um í heiminum saman við Franklin Graham, men tað verður spennandi at fáa hann aftur til Føroya. Talan er eisini um, at onkur annar bólkur kemur við, men enn fái eg ikki sagt meiri um tað, sigur Svenning av Lofti.

 

Franklin Graham er sonur navnframa Billy Graham og hevur tikið yvir leiðsluna av felagsskapinum Billy Graham Evangelistic Association, eftir at pápin fór at eldast. Hann er eisini leiðari fyri felagsskapin Samaritan's Purse, sum er felagsskapurin handan árligu innsavningina av skóeskjum til tey fátæku ymsa staðni í heiminum, sum nógvir føroyingar taka lut í á hvørjum ári.

 

Michael W. Smith hevur selt yvir 13 milliónir eintøk, hevur givið 16 útgávur út, hevur vunnið tríggjar Grammyvirðislønir og ein American Music Award.

 

Svenning av Lofti sigur, at upp undir møtini verður ein skrivstova opin á Staravegi 5 í Havn, har fólk kunnu venda sær fyri at fáa kunning. Telefonnummarið er 25 55 30.

-          Vit skipa eisini fyri bøn fyri møtunum hvønn dag klokkan 16.00. Inngongdin til skrivstovuna er sama inngongd, sum Foss-El nýtir til síni høli á Hálsi, sigur Svenning av Lofti at enda.