Við sorg og gleði gjøgnum 2014

- Eg ynski at gloyma gíslatøkuna av fólkaræðinum, tá tinglimir lótu seg niðurbinda í samband við borgarliga vígslu fyri samkynd, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- Persónliga hevur 2014 verið eitt rættiliga støðugt ár við sorg og gleði hvørt um annað. Størsta gleðin er at standa á síðulinjuni, meðan tey hálvvaksnu børnini lofta lívsins avbjóðingum. Men, árið hevur eisini verið merkt av álvarsligari sjúku og missi í familjuni.

 

Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna.

 

Hon heldur, at politiskt hevur árið verið merkt av skilaleysum gølum, rumbli og misáliti.

 

- Sum land vórðu vit gávað við alstórum ríkidømi, sum tó átti at tænt fjøldini og búskapinum betri. Á altjóða pallinum er heimurin á einum búskaparligum, hernaðarligum og geopolitiskum vegamóti. Støðan í Ukraina, Sýria, ISIS, ebola, veðurlagsbroytingar og høgraekstremisma eyðkendu árið. Samstundis kunnu vit fegnast um, at miðalklassin og miðallivialdurin er vaksandi í Suðuramerkia, Asia og Afrika.

 

Hvat minnist tú best frá 2014?

 

- Privat var hetta árið, har tann yngsta varð fermd, og miðlingurin fór niður á eftirskúla. Politiskt minnist eg best málið um javnrættindi fyri samkynd, sum varð felt í vár. Málið var bæði eitt stórt framstig og ein sorgarsøga.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- Lívið er løtur, og nógvar løtur vóru góðar í 2014. Tær takki eg fyri hvønn dag.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Eg ynski at gloyma gíslatøkuna av fólkaræðinum, tá tinglimir lótu seg niðurbinda í samband við atkvøðugreiðsluna um borgarliga vígslu fyri samkynd.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- At Javnaðarflokkurin fær eitt gott val og kemur í samgongu, so álit og vælferð fyri øll, javnrættur og samhaldsfesti aftur koma í hásæti. Eisini ynski eg øllum føroyingum - á sjógvi og landi - eitt vælsignað nýggjár, umframt vón, linna og ugga til tey, sum dragast við sorg, sakn og ótta, sigur løgtingskvinnan, Rigmor Dam.