Við Scorpion á valfund

Valevnini hjá Sambandsflokkinum máttu leiga skjóttgangandi bát fyri at náa ein valfund í gjár.

Í gjár møttu kollfirðingar mannsterkir upp, tá skipað varð fyri valfundi í bygdini. Talan var um næsta fundin í eini røð av trimum, ið lokalfeløgini í Norðstreymi standa fyri.


Fyrsti fundurin varð hildin í Vestmanna fyri einari fullari høll av áhoyrarum, og søgan endurtók seg í gjár, tá valfundur var í Kollafirði.


Heldur óvanligt fyri føroysk viðurskiftir, so møttu áhoyrararnir í góðari tíð, men verri var hjá valevnunum. Tá fundurin byrjaði vóru flestu politisku umboðini komin, men luttakararnir hjá Sambandsflokkinum manglaðu.


Orsøkin var, at Sambandsflokkurin í gjár var á ferð í Suðuroynni, so fyri at náa fundin, varð neyðugt hjá valevnunum at leiga skjóttgangandi bátin Scorpion, ið sigldi teir frá Suðuroynni og inn á Kollafjørð. Hóast teir sostatt gjørdu nógv fyri at náa fundin, so vórðu teir eitt sindur ov seinir.


Sjálvur fundurin var lívligur og nógvir spurningar komu úr salinum. Harímillum vóru spurningar um fiskivinnu, veiðuloyvir, uppisølu, nýtt havrannsóknarskip, loysing, flatskatt og til- og fráflyting.


Næsti og seinasti fundurin í røðini verður í Eydnuni á Oyrarbakka mikudagin.