Við børnunum í eplaveltuna á Sandi

- Høvi verður at keypa epli, men eisini at fara við børnunum í veltuna at taka upp, smakka eplarættir og luttaka í kappingum, sigur Katrin Petersen.

- Bestu epli í Føroyum koma uttan iva úr Sandoynni. Nú skal hesin góði matur hátíðarhaldast.

 

Tað sigur Katrin Petersen, sum stendur aftanfyri Vakstrarætlanina fyri Sandoynna.

 

Hon vísir á, at tað verður hin 3. oktober, at skipað verður fyri eplafestivali í Sandoynni.

 

- Her verður sjálvandi høvi at keypa sær epli, men eisini at fara við børnunum í veltuna sjálvi at taka upp, smakka eplarættir og luttaka í kappingum.

 

Katrin Petersen sigur, at høvi verður eisini at fara á matmarknað og yvirhøvur at hátíðarhalda heystið og góða matin, sum Sandoyggin gevur.

 

Tað er vakstrarætlanin fyri Sandoynna og Sandoyar Kunningarstova, sum skipa fyri eplafestivalinum og øll, sum hava áhuga at selja á matmarknaðinum, kunnu venda sær til fyrireikararnar.