Leirvíkar Skúlabókasavn fer at skipa fyri ókeypis barnabio í miðhøllini í Leirvíkar skúla næsta leygardag, 7. november.
Sýningin byrjar klokkan 10, og tað verður teknifilmurin Aristocats, sum verður vístur.
Tey, sum skipa fyri, siga, at tiltakið er ætlað børnum upp til fimm ára aldur. Soleiðis er tiltakið í fyrsta lagi ætlað foreldrum við børnum, sum eru fimm ár ella yngri.
- Okkurt gott verður til bæði børn og vaksin, og tað er loyvt at taka barnavogn við, siga fyrireikararnir av tiltakinum í Leirvíkar skúla.