Victoria Wild er óhóskandi fyri børn

Sendingin um føroyska stripparan Victoria Wild, sum Sjónvarpið sendir í næstu viku, er óhóskandi fyri børn. Toppleys servering og stripptease er týðandi partur av sendingini.

Sjónvarpið hevur fylgt føroysku Beintu Jacobsen, sum undir navninum Victoria Wild strippar í Danmark. Í summar var Victoria Wild í Føroyum og strippaði ? og tá brúkti hon millum annað føroyska tjóðarbúnan í sínum showi.

 

Hóskvøldið í næstu viku sendir Sjónvarpið dokumentarsendingina, sum hevur fingið navnið ?Victoria Wild ? tann nakni sannleikin?.

 

Sjónvarpið hevur gjørt av, at sendingin er óhóskandi fyri børn. Orsøkin er, at toppleys servering og striptease er týðandi partur av sendingini.

 

Í umrøðuni av sendingini sigur Sjónvarpið soleiðis:

 

- Toppleys servering, stripptis og modellarbeiði eru partur av gerandisdegnum hjá Victoriu Wild. Men aftanfyri fasaduna goymir seg ein ung kensluborin kvinna, sum hugsar nógv um lívsins viðurskifti.

 

Sendingin hava Bjarni Árting Rubeksen og Elin í Stórustovu lagt til rættis.