Victoria vil vera Ársins Síðu 9-genta aftur í ár

Victoria Wild gjørdist Ársins Síðu 9-genta hjá Ekstra Blaðnum í 2010, og aftur í ár roynir vakra blondinan seg. Hon roynir nú at vinna heitið sum Síðu 9-genta fyri desember, soleiðis at hon kann fáa atgongd til finaluna 2011.

 

-Mínar myndir eru frekar og lekrar, so eingin kann lata vera við at atkvøða fyri mær, sigur Victoria Wild við heimasíðuna hjá Ekstra Blaðnum.

 

Hon sigur, at tá ið hon vann heitið sum Ársins Síðu 9-genta seinast, var tað ein stór uppliving, og hon gjørdist sera glað og errin.

 

-So vítt eg veit hevur eingin genta vunnið heitið tveir ár á rað – tað hevði verið feitt, at verið tann fyrsta, sigur Victoria við eb.dk.

 

Tú kanst atkvøða fyri Victoriu Wild ella øðrum síðu 9 gentum á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum.

 

Her er ein leinkja til undirsíðuna hjá eb.dk, sum eitur “side 9”. : ekstrabladet.dk/side9/