Victoria´s Secret modell vid nýggjum sjeiki

Í apríl almannakunngjørdi kenda modellin Heidi Klum, at hon skal skiljast frá manni sínum, Seal, sum hon hevur fýra børn saman við. Nú hevur týska supermodellin funnið sær ein nýggjan mann. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá mótablaðnum Elle á elle.dk.

 

Tað vóru nógv, ið gjørdust heldur ovfarin, tá tað kom fram, at Heidi Klum og Seal ikki vóru saman longur. Mong vóru tey, sum hildu, at tey bæði vóru eitt par, sum altíð fór at vera saman. Men longu nú sær tað út til, at Heidi Klum hevur funnið sær ein sjeik, og tað er enntá áðrenn hjúnarskilnaðurin er blivin veruleiki.

 

Útlendskir fjølmiðlar vilja vera við, at 39 ára gamla supermodellin, sum eitt nú hevur gingið mótasýningar fyri Victoria´s Secret, er blivin forlipt í einum av dómarunum í týsku sjónvarpssendingini Germany´s Next Top Model.

 

Sambært fjølmiðlunum er nýggi Thomas Hayo, sum er art director, og úr Týsklandi eins og Heidi Klum