Viborg vann fyrsta dystin í 2024

Martin Agnarsson fekk ein hálvleik á vøllinum

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Viborg FF spældu ígjár fyrsta dystin í 2024.

 

Martin var á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá Viborg í einum venjingardysti vann 2-1 á Sønderjyske.

 

Venjarin koyrdi eina nýggja manning á vøllin til seinna hálvleik.

 

Bæði málini hjá Viborg vóru skotin móti dystarenda. Renato Júnior javnaði til 1-1, og Anosike Emente skoraði sigursmálið.

 

Komandi fríggjadag spælir Viborg venjingardyst móti Esbjerg á útivølli.

 

Fyrsti dysturin hjá Viborg í superliguni í 2024 verður leiktur 16. februar. Tá tekur Viborg móti OB á heimavølli.