Viborg tapti bronsudystin í Santander Cup

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg máttu lúta fyri Odense í dystinum um triðja plássið í Santander Cup

Final Four í donsku steypakappingini í hondbólti hjá kvinnum, Santander Cup er í Esbjerg í hesum døgum.

 

Tíðliga seinnapartin spældu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg bronsudyst móti Odense.

 

Odense vann bronsudystin 35-32. Í steðginum var Odense á odda 21-15, so talan gjørdist eitt munandi betri avrik hjá Viborg í seinna hálvleiki.

 

Jana skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

Klokkan 15 spæla Team Esbjerg og Nykøbing Falster finaluna í Santander Cup.

 

Komandi týskvøld klokkan 19 spælir Viborg dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Sønderjyske á útivølli.

 

Viborg er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri 12 dystir. Málið er at vera millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl, so Viborg kann kappast í endaspælinum.