Tvær vikur, áðrenn danska superligan byrjar aftur, hevur Viborg bert 14 sáttmálaspælarar í felagnum. Síðani kappingin endaði 14. mai, eru sjey spælarar farnir úr felagnum, men eingin nýggjur spælari er komin til felagið, og tí eru bert 14 spælarar eftir í 1. liðshópinum. Tað er ikki tí, at leiðslan í Viborg heldur, at hetta er í lagi, men heldur tí, at felagið hevur ikki megnað at fingið nýggjar spælarar til liðið. Ekstrablaðið skrivar, at tað er ósannlíkt, at venjarin Ove Christensen heldur leingi fram í felagnum afturat.
Tíðindi
VB 120 ár á baki
Tíðindi