Hondbóltssíðan, Europamester fylgir saman við hbold.dk øllum sum rørir seg í bæði donskum og útlendskum hondbólti.
Nú hevur Europamester kunngjørt eitt yvirlit, ið vísir hvørji lið í bestu donsku kvinnudeildini hava flest áskoðarar í miðal.
Við 1.315 áskoðarum í miðal á heimavølli hava Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg fjórðflest áskoðarar í deildini.
Her eru miðaltølini fyri øll 14 liðini:
| Nr. | Lið: | Áskoðarar (miðaltal) |
| 1 | Team Esbjerg | 2.137 |
| 2 | Odense | 1.959 |
| 3 | NFH | 1.649 |
| 4 | Viborg HK | 1.315 |
| 5 | Ikast-Herning | 1.217 |
| 6 | Silkeborg-Voel KFUM | 888 |
| 7 | Keypmannahavn | 868 |
| 8 | Horsens | 779 |
| 9 | SønderjyskE | 675 |
| 10 | Aarhus | 535 |
| 11 | EH Aalborg | 472 |
| 12 | Bjerringbro FH | 427 |
| 13 | Skanderborg | 387 |
| 14 | Ringkøbing | 317 |











