Viberg avloysir Jákup

Reiðarafelagið hevur skipað seg í morgun og tað verður Viberg Sørensen, sum skal avloysa Jákup Sólstein, ið hevur myndað felagið í heili 17 ár Tað verður Viberg Sørensen, ið er nýggjur formaður í Føroya Reiðarafelag.

Tað er greitt eftir at nevndin í felagnum skpaði seg í morgun skipaði seg á fundi í morgun. Viberg Sørensen hevur verið næstformaður í felagnum í morng ár og hevur sostatt nógvar royndir í felagsarbeiðnum. Fyrsta uppgávan hjá nýggja formanninum verða samráðingarnar við Føroya Fiskimannafelag, sigur Reiðarafelagið á heimasíðu síni

Reiðarafelag er í løtuni í samráðingum við Fiskimannafelagið, har høvuðskravið frá manningafelagnum er eftirlønin. Langt er ímillum partarnar, og mótkrøvini frá Føroya Reiðarafelag eru tær tyngjandi oljuútreiðslurnar.

Viberg loysir Jákup Sólstein av, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu 17 árini. Sum næstformaður varð Jónsvein Knudsen valdur á fundinum í morgun.