Vibeke Larsen 60 ár

Sunnudagin 20. juni fyllir Vibeke Larsen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður, 60 ár.

Vibeke er fødd í Tønder 20. juni 1944, hon varð útbúgvin løgfrøðingur í 1972.

Hon var skrivari í danska sosialmálaráðnum frá 1972-73, og skrivari og fulltrúi í Den sociale Ankestyrelse frá 1973-76.

Hon var fulltrúi í sosialu umsitingini í Vestsjællands Amtskommune frá 1976-78 og varaskrivstovustjóri frá 1978-89.

Frá 1989 til 1995 var hon skrivstovustjóri í Vestsjællands Amt.

Í 1995 kom hon til Føroya sum ríkisumboðsmaður. Hetta starv røkti hon til 2001, tá hon fór til Danmarkar aftur.