Vibeke Egholm til minnis

Minningarorð

Vibeke Egholm varð fødd í Miðvági, har faðir hennara, sum var dani starvaðist sum lækni. Vibeke giftist við Jens Petur Egholm, og búðu tey á Tvøroyri í fleiri ár, inntil tey fluttu til Havnar. Tey fingu børnini Petur og Hannu. Tað vóru tey sálarliga veiku og kanska seliga tey gomlu, sum lógu Vibeke á hjarta. Hon fekk sær útbúgving, sum miðaði ímóti at røkta psykiatriskar sjúklingar og starvaðist hon í fleiri ár á psykiatrisku deild á Landasjúkrahúsinum. Seinni giftust Vibeke og Áki Mouritsen og fluttu tey til Danmakrar at búgva. Tey búsettust í Roskilde, har Vibeke fekk høvi til at arbeiða við gomlum røktarsjúklingum. Fyri nøkrum árum síðani fór heilsan at bila, og Vibeke fór á røktarheim, nærhendis húsunum hjá teimum. Áki var hvønn dag á røktarheiminum, ofta fleri ferðir um dagin og vitjaði hana. Tá tað bar til, koyrdi hann hana heim ein túr. Tað var á røktarheiminum, at vit fingu høvi at vitja Vibeku.  Sum vera man, fall prátið inn á tað andaliga. Vibeke var fullkomiliga greið yvir, hvat ið hendir, tá ein doyr. At tað er eitt lív eftir deyðan. Presturin, sum talaði við jarðarferðina, hevði sína vanligu gongd á røktarheimum og hon kendi Vibeku. Hon segði millum annað, at Vibeke játtaði trúgv. Tað er trúgv á tað fullgjørda verkið á Golgata. Hon knarraði ongantíð og var heldur ikki ónøgd við støðuna. Eg havi hoyrt Arna fleiri ferðir tosa við Vibeke um tað, sum Jesus gjørdi á Golgata. Hann greiddi henni frá, at tað er neyðugt at taka støðu til, hvar ein vil vera í ævinleikanum. Eg havi hoyrt hann spyrja hana: Vibeke, trýrt tú á Jesus og tað Hann gjørdi fyri teg á Golgata. Eg havi hoyrt hana svara: Ja, det tror jeg Vibeke fór til jarðar ein vakran summardag í juni mánað frá Jens Jørgens kirkju í Roskilde. Friður veri við minninum um Vibeke Egholm.
 
Ása