V/ Føroya Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther
?????????????
Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt, at landsstýrismaðurin við vinnumálum, Bjarni Djurholm hevur boðað frá, at hann hevur lógaruppskot klárt at leggja fyri Tingið, soleiðis at møguleiki ikki skal verða hjá fakfeløgun-um á privata arbeiðsmarknaðinum at lýsa verkfall, sum rakar alivinnuna.
Vit hava til fánýtis bíða eftir einari útmelding frá Føroya Javnaðarrflokki, nú ein av samstarvs-feløgum tykkara soleiðis leggur upp til at skerja grundleggjandi rættindi hjá fakfelagsrørsluni.
Vit loyva okkum at vísa á, at fakfeløgini vístu undir seinasta verkfalli alivinnuni vælvild, og vit bjóðaðu okkum til at gera seravtalu um júst alivinnuna, men vit kundu aftan á verkfall okkara staðfesta, at hóast ágangurin móti fakfelagsrørsluni var ógvusligur, so fór alivinnan ikki undir at taka sjúkan og deyðan fisk fyrrenn minst 14 dagar aftaná, at verkfallið var av.
Sum kunnugt verður tað í øllum framkomnum samfeløgum roknað sum ein heilt grundleggjandi rættur, at fakfeløgini kunnu lýsa verkfall tá sáttmálaloysi er. Og onki demokratiskt stýri tekur rættin frá einum parti av fakfelagsrørsluni, at lýsa verkfall yvir øki har sáttmálaloysi er.
Tað eru tí óhugnaligir tónar, sum verandi samgonga meldar út við, og vit skulu boða frá, at um samgongan vil gera álvara av, at leggja slíkt lógaruppskot fyri Tingið, so verða fakfeløgini noydd at taka stig fyri at fáa støðga samgonguni í at skerja vunnin rættindi hjá fakfelagsrørsluni
Vit loyva okkum at heita á Føroya Javnaðarflokk um alment at melda út, hvørjar støðu flokkurin hevur til fráboðanina hjá Bjarna Djurholm.
Vit vóna at flokkurin skilir álvaran í málinum, og vit fáa okkum illa at trúgva, at ein flokkur, sum sigur seg vilja verja vanliga løntakaran, ikki vil mótmæla tílíkum ófrættakendum útmeldingum og forða fyri tey verða útint.
Við vón um at frætta aftur.