Sosialurin hevði eina grein um starvspraktikkina hjá fólkaskúlanæmingum í blaðnum týsdagin hin 27. oktober 1998. Í sjálvum sær er hetta við starvspraktikk og at kunna seg við arbeiðsmarknaðin, eitt týdningarmikið íkast í nútíðar skúlaskap.
Ein embætismaður frá fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, úttalar seg vegna hetta stýrið um hesi viðurskifti. Eftir situr lesarin við tí niðurstøðu, at skúlarnir í sambandi við starvspraktikkina eru hjálparleysir, tí lærarar og skúlar bara vilja hava eina langa heystfrí.
Starvspraktikkin í sjálvum sær verður ikki viðgjørd.
Føroya Lærarafelag hevur vent sær til Undirvísingar- og Mentamálastýrið við fyrispurningi, um úttalilsið hjá embætismanninum, sum tað er framborðið í Sosialinum, umboðar stýrið. Tað ger tað ikki, verður upplýst.
Føroya Lærarafelag má tí harðliga átalað, at embætisfólk úttala seg um skúlaviðurskifti á henda óhóskiliga, einsíðuga og illgitandi hátt.
v / FØROYA LÆRARAFELAG
Andras L. Samuelsen