Viðvíkjandi viðurskiftunum í miðeystri

Mangt hevur verið skrivað um eljustríðið í miðeysti, sum nú hevur verið í ljósum loga í umleið fimm mánaðir.


 

Ísraelsfelagið v. Svenning av Lofti



Mangt hevur verið skrivað um eljustríðið í miðeysti, sum nú hevur verið í ljósum loga í umleið fimm mánaðir.

Mangan verður sagt, at palestinar hava eins góð søgulig rættindi til landið eins og Ísrael og tí hava rætt til at skipa teirra egna stát á tí lendi, sum Ísrael hevur ræði á.

Men hetta er ikki rætt. Tað er Ísrael sum hevur rættin til landið. Og her kemur sjálvandi munurin inn um ein trýr tilsøgn og lyfti Guds til ísraelsfólk, sum skrivað stendur í Bíbliuni. Einastu ferð landið hevur verið sjálvstøðugt er tá ið ísraelsfólk hava havt ræði á tí, sum teir jú hava fullan rætt til.

Hví fingu palestinar ikki sín egna stát meðan Jordan hevði ræði á øllum hesum lendinum frá 1949-67. Orsøkin er einføld. Arabisku brøður teira hava ongantíð unt teimum ein einasta jarðarteig av sínum egna - og gera tað framvegis ikki. men vilja einans brúka palestinar sum eina politiska kastibløku viðvíkjandi Ísrael.

Heimurin hevur ikki gloymt at tað vóru arabisku brøður teirra, jordanar, sum í 1970 hvestu svørðið og byrjaðu kríggj ímóti sínum egnu, móti palestinarum, sum búðu í Jordan og drópu fleiri av teimum. Og jordanar róku ?brøður? sínar yvirum markið til Libanon

Táið Ísrael tók eystur-Jerusalem í 1967, vóru teir so vinarligir at teir góvu umsitingina av tempulplássinum, har moskéirnar er, upp í hendurnar á palestinsku myndugleikum. Treytin var, at øll, bæði jødar, kristin og muhammedsmenn skuldu óhindrað sleppa at vitja støðini har. Og hetta hevur riggað væl, inntil nú hendan dagin tá ið ófriðurin byrjaði.

Hvør byrjaði ófriðin sum er í miðeystri, sum stendur í ljósum loga í dag? Tað vóru palestinar, sum ikki vildu at Ariel Sharon kom inn á tempulplássið, sum hann hevði fullan rætt til, sum ein og hvør annar ísraelskur borgari. Her var tað at alt stríðið byrjaði.

Ongantíð síðani 1967 hava palestinar verið so nær við at nátt fram til eina søguliga semju við Ísrael og fingið so nógv rættindi - enntá varð í álvara tingast um rættindi teirra í Jerusalem. Men teir spiltu sjálvir hendan møguleika við einum óvísum og haturskendum atburði á tempulplássinum sum so breiddi seg um alt økið og legði alt friðartos í skeljasor.

Hví rýmdi Arafat frá samráðingunm í USA tá ið hann var um at koma til sættis við ísraelar? Hann tordi ikki at gera eina friðaravtalu, tí hann hevur leikað í nú í tíggjutals ár og givið palestinarum lyfti um at hann skal syrgja fyri at jødar verða blakaðir út og teir fáa alt Jerusalem. Tí tordi hann ikii at gera eina friðaravtalu, har hann ikki fekk Jerusalem.

Í miðeystri er EITT demokratiskt land - og tað er Ísrael. Alt hitt er einræðisstátir. Ísrael er eitt nútímans demokrati, eftir vesturlendskum mynstri. Tí átti vesturheimurin at stuðla og styðja Ísrael ístaðin fyri at spilla teir út, soleiðis sum vesturlendsku tíðindastovurnar eftir øllum at døma hava sett sær fyri at gera, helst stýrdar av arabiskari oljufígging.