Viðvíkjandi: Vegskattaeftirstøðu fyri fyrra hálvár 2003

Bileftirlitið hevur í dag latið politistøðunum kring landið 377 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2003.
Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarspjøldrini tikin av bilinum.
Hetta til kunnleika.