Viðvíkjandi stuðli til umsorgarararbeiði

Eftir at hava kannað møguleikan og leita mær ráð hjá serfrøði um at kæra niðanfyri standandi viðgerð er niðurstøðan, at tað ikki letur seg gera. Einasti møguleiki fyri, at stuðulin til dagtilhald kann halda áfram komandi ár er, at broytingaruppskot verður sett fram og samtykt, tá atkvøðugreiðsla verður um fíggjarlógaruppskoti fyri 2009

Hesin seinasti møguleikin verður royndur.

 

Seinastu árini hava pensjonistafeløg, kommunur v.m., havt møguleika fyri at søkja um almennan stuðul til sítt virksemi at reka dagtilhald. Seinastu tvey árini, hava tey, sum søktu og uppfyltu treytirnar, fingið játtað stuðul upp til 70% av sínum virksemi.

 

Eisini í ár var almenn lýsing í bløðunum ið segði frá, at møguleiki var fyri at søkja um stuðul til dagtilhald, av játtanini til umsorgarararbeiði. Seinasta rættstundis freist at lata umsóknina inn var 1. september 2008.

 

Kommunur, eldra- og pensjónistafeløg, sum uppfyltu ásettu krøvini í lýsingini, hava enn einaferð søkt um stuðul í góðari trúgv og við grundaðari vón, at tey í minsta lagi fóru at fáa somu peningaupphædd játtaða fyri 2009, sum tey higartil hava fingið. Men soleiðis skuldi ikki verða.

Fríggjadagin 12. desember vórðu trý uppskot samtykt, ið skerja fíggjarvánirnar og gerandisdagin hjá pensjónistunum. Løgtingsmál nr. 44/2008 avtøka av almennum stuðli til dagtilhald, nr. 45 skerjing av stuðli til heilivág og nr. 46 lækkað prístalsviðgerð av viðbótini frá 4 niður í 3%. Øll hesi uppskotini geva eina samlaða sparing fyri landskassan áleið áleið 9,6 mió.

 

Viðgerðin gekk óvanliga skjótt. Landstýrið legði málið fram 3. desember, eftir 1. viðgerð 10. desember bleiv málið beint í nevnd. Trivnaðarnevndin helt ein fund 11. desember, eingin varð innkallaður og álitið bleiv skrivað sama dag. 12 desember varð 2. og 3. viðgerð av lógarbroytingunum, tí vikið varð frá øllum tíðarfreistum. Uppskotini blivu samtykt við øllum atkvøðunum frá uppmøttu løgtingslimum samgongunar og endaliga avgreidd frá løgtinginum fríggjadagin..

 

Føroya Løgting er hægsta vald. Tí áliggur tað okkum at umsita tað vald, okkum er litið til, við ábyrgd, nærlagni, skynsemi, umhugsni og virðing, mótvegis øllum landsins borgarum.

Lógin verður lýst tvær vikur áðrenn árslok at koma í gildi á nýggjárinum. Hava eldra- og pensjónistafeløgini, ið higartil hava rikið dagtilhald grundað á almenna stuðulin, ábyrgdina av, at uppsagnarløn til løntar leiðarar og starvsfólk verður goldin í uppsagnartíðini ?

 

Undir orðaskiftinum kom fram, at kommunurnar nú skulu yvirtaka uppgávuna at reka dagtilhaldini. Sambært kommunustýrislógini skal kommunan lata inn fíggjarætlan fyri 2009 og skal hendan vera Innlendismálaráðnum í hendi áðrenn 1. desember. Eingin kommuna í landinum hevur av hesi orsøk havt møguleikan, at hava hesa útreiðslu við í rakstrinum fyri komandi ár.

 

Greitt ábyrgdarbýti skal verða millum land og kommunur. Vit hava kommunalt sjálvstýri, og tá uppgávur verða fluttar frá land til kommunu, eiga samráðingar at verða um kostnaðarbýti, áðrenn ætlanin verður framd.

 

Kann landstýriskvinnan í Almannamálum gjøgnum løgtingið áleggja kommununum hesa óvæntaðu eykaútreiðslu, uttan at spyrja kommunurnar ?

 

Hvat hendir um kommunurnar siga nei ?

 

Mín niðurstøða er, at øll sum hava søkt um stuðul av játtanini til umsorgarararbeiði fyri 2009 eru hildin fyri spott, tí tey hava søkt um stuðul undir skeivum fortreytum.

 

Somuleiðis hevur kommunala sjálvstýri fingið eitt skot fyri bógvin, tí kommununar nú fáa at vita, at bólturin liggur hjá teimum, hóast tær als ikki hava leikt við í dystinum.