Sum eg havi fingið upplýst, og sum Mortan Johannesen útróðrarmaður eisini váttaði í lesarabrævi, so hava menn, ið eiga bátar í bólki 5, líka til miðskeiðis í 2005 fiskað og fráboðað til fiskiveiðueftirlitið í tí trúgv, at tveir snelludagar taldu sum ein útróðrardagur.
Mortan setti eisini í lesarabrævinum nakrar spurningar, ið eg enn ikki havi sæð svaraðar millum annað spurningin, um hesir bátar høvdu fiskað ólógliga?
Landstýrismaðurin nevndi trupla umsiting, tí bátarnir í bólki 4 hava sínar fiskidagar, meðan bólkur 5 hevur felags dagatal, og fullriknir útróðrarbátar í hesum bólki hava hægri dagatal á innaru leiðunum.
Á bankanum er ásett dagatal fyri hvønn bátin og tað kennist ikki sørt ørkymlandi, at bátur í bólki 4 við 8-10 snellum fær tveir dagar við snellu fyri ein fiskidag íalt 26, men um fiskifarið hoyrir til bólk 5 og hevur 4-5 snellur, so telur hvør dagur sum ein heilur fiskidagur av tillutaðu 13 døgunum. Hetta kann fáa tað óhepnu avleiðing, at menn heldur velja at fylla smærru førini við línu, fyri at fáa sum mest burturúr. Tað kann verða vandamikið fyri manningina og økir almikið um trýstið á fiskastovnin.
Snellan er bílig í rakstri, brúkara og umhvørvisvinarlig og fer harafturat væl við fiskastovninum; tí verður hesin veiðuháttur loyvdur á gýtingarleið.
Um fiskað verður 3-4 dagar hvønn túr, og ein fiskidagur fer í sigling, verður í besta føri talan um 3 túrar á Bankan fyri bátarnar í bólki 5.
Stór og kostnaðarmikil krøv viðvíkjandi sendara og trygdarútgerð verða sett til bátarnar, ið fáa bankaloyvi.
Hví ikki hava eina treyt í loyvinum sum ásetur, at tá bátar í bólki 5 eru til fiskiskap á Bankanum, skulu minst tveir verða í fylgi.
Í vár eins væl og undanfarin ár, leitaðu nógvir fullriknir útróðrarbátar heilt sunnan úr Suðuroynni og Sandoynni til Eiðis, Fuglafjarðar, Klaksvíkar og aðrastaðni at royna eydnuna á Norðhavinum. Neyvan nakrantíð í nýggjari tíð hava snellubátarnir fingið so lítið burturúr várfiskiskapinum sum í ár. Nógvir av hesum útróðrarmonnum seta nú álit sítt til tað, sum fiskast kann hesar dagarnar á Bankanum.
Hesir spurningar verða ikki settir fyri at minka um dagatalið hjá bólki 4, tí eg eri onga løtu í iva um, at ásetingin at loyva bátunum hægri dagatal, um teir velja at royna við snellu heldur enn línu er skilagóð og lættir um veiðutrýstið. Men mín spurningur er framhaldandi, hví tillutaðir fiskidagar hjá bátum, ið royna á sama øki við sama snellureiðskapi ikki skal gerast upp á sama hátt.