Viðvíkjandi røktarheimsplássum, menning á økinum og HVUSSU!

Bergun Kass
----

Okkara gomlu skulu hava eina virðiliga tilveru á ellisárum!

Mamma okkara hevur verið innløgd á Landssjúkrahúsinum (Lsh) sum afasi sjúklingur í 8 mánaðir – liðugt viðgjørd, sum tey siga á Lsh, fyri eini 4 mánaðum síðani.
Hevur verið liggjandi sum bíðandi eftir ellisheimsplássi; seinasta mánaðin – úti á gongini á B7.

Umstøðurnar hjá bíðandi gomlum eru ikki virðiligar ella nøktandi – hvørki við atliti til innihald í gerandisdegnum ella sum mennandi í uppvenjingarhøpi – tey tykjast sløvast og fyrikoma okkum nærmast, ja, sum børn, ið verða sett fyri seg sjálvi og ikki verða stuðlaði – apatisk og deyð í ’úttrykkinum’.

Hoyrdi landsstýriskvinnu herfyri siga, at steðgað verður at byggja ellisheim, tí málið á eldraøkinum er ’heima sum longst’. Alt gott um tað! – men tað eru ikki øll, sum kunna vera heima til tað síðsta, og støðan í dag er óiva tann, at flestu ellisheim og sambýli hýsa bert røktarsjúklingum, sum treingja hjáveru alt døgnið, - ein rúgva er á bíðilista eftir røktarheimsplássi og hetta talið bara veksur. Og tí eigur so avgjørt at arbeiðast við báðum møguleikunum – røktarheimsplássum og heimahjálpsplássum, -tað eina útilokar ikki tað annað.

Hvaðani skulu so pengarnir koma, tí tað má verða talan um eina fíggjarliga raðfesting.
Fyri tað fyrsta – byggja størri og bíligari ellis- og røktarheim í meginøkjum, og fyri tað næsta -
yvirornað hyggja eftir, hvussu Føroyar skulu skipast sum bústaðarøki – bæði við atliti til fíggjarligt rásarúm (yvirskot), at varðveita fólkið, fáa útisetar heimaftur og fremmandafólk at seta búgv í Føroyum.
Hvørji øki í Føroyum skula koma undir búskapar- og fólka’udvikling’ og hvørji skula koma undir ’afvikling’? Vit mugu hyggja eftir hvørji øki koma at vaksa og hvørji koma at minka, óansæð politiskar atgerðir, ið royna at betra um, til dømis við ferðasambandi og øðrum – tíðin er farin frá smáum til størri bústaðarøki – eisini í londunum rundan um okkum. Tað er bara so.

Vit kunnu ikki bæði menna útjaðara (sum er kolldømdur uppá forhond – bæði við dømum frá seinastu tunlum í Norðoyggjum og við fleiri dømum úr Noregi, har smápláss ikki eru ment stórvegis aftaná betra ferðasamband) – og meginøkið.

Vit kunna ikki alt – vit kunna ikki bæði menna ’skeivan’ útjaðara og samstundis kanska minka um meginøkið, tí so koma allar Føroyar ’undir afvikling’. Vit eru ov smá, vit eru ov spjødd og vit hava ikki orku til vælferðarsamfelagið fyri øll, við hesum bústaðarmynstri – tað er bara so.

Og ’teir góðu pengar, ið ætlandi skulu kastast eftir ringum pengum’ (afviklingsøkjum) – kunna ístaðin nýtast til eldraøkið, menning av einum landssjúkrahúsi og øðrum, lívsdygd og trivnaði tí stóru fjøldini at frama, og uppá sigt øllum føroyingum.

Veit, at til ber ikki at samanlíkna íløgur í vegakervi og íløgur í ellisheim – tað er hvør sítt og sum at samanlíkna perur við bananir, men í hesum føri - tá valið er millum dýrt vegakervi til lutfallsliga fá fólk og minimal menningar- og vakstrarútlit – og átroðkandi akuttan stóran tørv á røktarplássum, eigur ikki at vera ivi.
Vit mugu læra av feilum og steðga skilaleysum pengabrúki!


Politiskt fokus og nøktandi skipaði almenn viðurskifti innan tey basalu tingini/grundleggjandi tørvin – botnin á pyramiduni – fyri allar samfelagsbólkar, fer at síggjast aftur í trivnaði og búskaparligari framgongd.
Við vón um skilagóða politiska leiðslu og íløguraðfestingar við framtíðarperspektivi.