Viðvíkjandi nýggjársbálum

Fyri best møguligt at fyribyrgja eldsbrunum nýggjársaftan, hevur brunaumsjónin sent okkum góð ráð um, hvussu farast skal fram, tá ið bál skulu kyndast

Bálini verða ofta kynd ímillum hús, og tí er alneyðugt at tað verður ansað væl eftir, og at fólk hugsa seg væl um, áðrenn tey festa í.
Øllum kunnugt er tað ikki heilt vandaleyst at brenna bál, men niðanfyri eru nakrar reglur frá brunaumsjónini, sum bøta um tryggleikan í sambandi við bálini, um tær verða fylgdar.
Vónandi taka fólk hetta til eftirtektar.

Brunaumsjónin vísir á, at sambært § 27. stk. 1. í brunalógini er revsivert at brenna bál á støðum, sum seta fólk, ognir og lutir í vanda.

Nýggjársbál millum hús skulu tí handfarast við hesum fyri eyga.

1.
Er vindur ella koma kvirlublak skal ansast eftir, at ikki glóðir fúka kring um í grannalagnum.

2.
Umstøður og sløkkiamboð skulu vera til staðar at sløkkja bálið við, um tað gerst neyðugt.

3.
Ein dungi at brenna skal ikki vera størri enn 3 m í tvørmál í neðra og 2 m høgur.

4.
Er talan um nógv tilfar at brenna, skal alt ikki berast á bálið í einum, men leggjast skal afturat so hvørt.

5.
Í minsta lagi 20 m skal vera millum bál og hús. Undan lotinum skal vera í minsta lagi 40 m millum bál og hús.

6.
Eru ikki nóg stórir fráleikar, skal bálið gerast tilsvarandi minni, soleiðis at tað ikki elvir til ampa ella vanda fyri nakran.

7.
Treytirnar frá kommunala sløkkiliðinum skulu haldast, millum annað skal kannast um lýkindi eru at brenna bál.
eys