Tað er ikki meira enn stívligt ár síðani greið avtala varð gjørd millum land og kommunur, at kommunurnar einsamallar skuldu taka sær av barnaansingini, og greitt fíggjarligt býti varð framt.
At Føroya Tele, sum er eitt "alment-privat" felag - hvat tað so er - slapp ígjøgnum nálareyga við einum landskassa-goldnum ansingarstovni viðvíkjandi íløgu, var ikki rætt eftir lógum og ætlan løgtingsins og landsstýrisins. ? Men hetta er nú veruleiki.
Nú fáa vit "kropp á kroppi" landsalmennar stovnar í Suðurstreymi, har álagt verður landskassanum at gjald íløguna. Komandi týsdag fer landsstýrið at viðgera ansingarstovn á Landssjúkrahúsinum.
Lat tað vera sagt, er nøkur kommuna før fyri at gjalda barnaansingina, er tað Tórshavnar kommuna. Bara frá Landssjúkrahúsinum fær hon í kommunuskatti einar 35 mill. krónur, umframt alt tað sum hetta annars gevur av sær.
Eg fari sum samgongutingmaður at biðja landsstýrið og samgonguna um at umhugsa hetta mál meira gjølla, og gera sær greitt, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa, eisini úti um landið, haðandi krøvini nú fara at koma.
Tað undrar meg annars, at kommunuumboðini t.v.s borgarstjórarnir í Kommunusamskipan Føroya í øllum førum umboðini úr Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vági og Fuglafirði bara stilt tigandi lata hetta fara aftur við borðinum. ? Hetta er ein djúpur órættur móti øðrum kommunum.
Annað mál er so, at tingfólk í Suðurstreymi ikki skilja, at løgting og landsstýri ikki eisini loysa íbúðaneyðina fyri Tórshavnar kommunu.
Er tíðin ikki komin hagar, at samgongan í upp aftur størri mun tekur heildina upp, nú arbeiðið og í tí sambandi eisini fólkið er við at trunkast saman á einum staði, hækkar kostnaðarstøðið og økir trupulleikarnar í ábyrgdarleysan mun.
Eg heiti tí á løgmann sum umsitur kommunumál, landsstýrismann í heilsumálum og á alt lands-stýrið, um at ansað eftir hvat nú verður gjørt, nú so stutt er eftir av hesum valskeiði, tí trupulleikarnir innan barnaasning á heilsuøkinum aðrastaðni í Føroyum eru ikki minni enn á Landssjúkra-húsinum.









