Viðurkenning til Sparikassin.fo

Dynamic Systems hevur kosið heimasíðuna at vera »Heimasíðan henda mánaðin«

heimasíða

Heimasíðan, sum tú í hesi løtu lesur, er »Heimasíðan henda mánaðin« hjá stóru donsku CMS-fyritøkuni, Dynamic Systems.
Sparikassin fekk nýggja heimasíðu tann 1. november í 2005, og í januar 2006 er hon kosin »Heimasíðan henda mánaðin« hjá Dynamic Systems, ið er ein hin størsti danski framleiðarin av sonevndum Content Management-skipanum, ið stýra innihaldinum á heimasíðum. Skipanin nevnist DynamicWeb.
Tað er ein viðurkenning, at valið hesaferð er fallið á Sparikassin.fo, tí meira enn 1.400 DynamicWeb-heimasíður eru at velja millum.
Sparikassin hevur ment heimasíðuna á pallinum hjá Dynamic Systems í samstarvi við lýsingafyritøkuna ReproZ.
Við støði í Vevmátingarlistanum hjá Gallup Føroyum kann staðfestast, at Sparikassin.fo er ein av teimum sera væl vitjaðu heimasíðunum í landinum. Bert einstakar aðrar heimasíður í Føroyum eru betri vitjaðar.