Viðurkenning til Gunvør Hoydal

Mikudagin 11. november fekk Gunvør Hoydal, lívfrøðingur, viðurkenning frá Lívfrøðingafelagnum, aftan á at hon hevði hildið ein fyrilestur á seinasta Darwin-tiltakinum í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Í grundgevingunum verður m.a. sagt, at Gunvør hevur inspirerað og útstrálað enthusiasmu fyri lívfrøðini og innført nýggj evni innan lívfrøðina. Hon var t.d. tann fyrsta at undirvísa í mýliskari

lívfrøði – DNA og tí, ið hartil hoyrir. Eisini grundlegði hon fakið Fiskivinna á HF-skeiðum, handilsskúlum og miðnámsskúlum. Hetta hevur verið við til at gjørt, at nógvir ungir føroyingar hava hildið fram í lívfrøðiligum ella handilsligum fiskivinnulesnaði í t.d. Noreg, sum hevur havt stóran týdning at byggja upp kunnleika innan hetta yrkið. Lívfrøðingafelagið var stovnað í 2007.