Tað var ein rørdur Cristiano Ronaldo, ið tók ímóti Ballon d’Or bóltinum og heitinum sum heimsins besti fótbóltsspælari 2013. Hann hevur í fýra ár staðið í skugganum av Lionel Messi, men í ár bragdaði fyri portugisiska liðskiparan, sum til dagligt spælir við Real Madrid.
Tað var heldur ikki óvæntað, at Cristiano Ronaldo vann Ballon d’Or hesaferð. Hann hevur í 59 dystum skotið 69 mál, meðan Lionel Messi ikki hevur verið eins góður og undanfarnu árini. Á triðja plássi kom fraklendingurin í Bayern Munchen, Franck Ribery. Hann er tó tann av teimum, sum hevur vunnið mest í 2013. Hann vann ikki færri enn fimm steyp. Har í millum kunnu nevnast Champions League og týska landskappingin.
Cristiano Ronaldo fekk næstan ikki orðið fram, tá hann skuldi takk teimum, sum hava stuðla honum gjøgnum yrkisleiðina og teimum, sum hava atkvøtt. Tað var ongin minni enn Pelé, sum handaði honum Ballon d’Or bóltin.
Taktisk atkvøðugreiðsla
Cristiano Ronaldo og Lionel Messi hava í fleiri ár verið mettir sum tveir teir bestu fótbóltsspælararnir í heiminum. Teir spæla eisini fyri hvør sín av risunum í sponskum fótbólti. Teir eru kappingarneytar og tað sæst eisini aftur á atkvøðugreiðsluni.
Cristiano Ronaldo hevur atkvøtt fyri Radamel Falcao sum heimsins besta, Gareth Bale sum nummar tvey og Mesut Özil sum nummar trý.
Somuleiðis valdi landsliðsvenjarin hjá Portugal heldur ikki at atkvøða fyri Lionel Messi. Hann valdi Cristiano Ronaldo, Radamel Falcao og Arjen Robben.
Lionel Messi hevur somuleiðis ikki valt at atkvøða fyri sínum kappingarneyta. Liðskiparin hjá Argentina atkvøddi bara fyri spælarum, sum hann til dagligt spælir við í Barcelona. Hann atkvøddi fyri Andrés Iniesta sum heimsins besta spælara. Síðani Xavi og Neymar.
Landsliðsvenjarin hjá Lionel Messi valdi Cristiano Ronaldo á triðja plássi, aftanfyri Lionel Messi og Franck Ribery.
Sostatt vilja Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki viðurkenna hvønn annan sum heimsins besta spælara.
Serligur heiður til Pelé
73 ára gamli Edson Arantes do Nascimento, betri kendur sum Pelé, fekk ein heilt serligan heiður á gallaveitsluni í Zurich. Tað var FIFA forsetin sjálvur, sum kunngjørdi at FIFA í ár fer at lata ein serliga heiður við heitinum, FIFA Ballon d'Or Prix d'Honneur.
Tað gjørdist skjótt greitt í taluni, at talan var í mannin, ið fleiri mesta sum heimsins besta fótbóltsspælara nakrantíð.
Hann vann HM sum bara 17 ára gamal í 1958, tá endaspælið var í Svøríki. Hann er einasti maður, sum hevur vunnið HM tríggjar ferðir í 1958, 1962 og 1970. Í longu yrkisleiðsleið síni skoraði hann ikki færri enn 1,281 mál fyri Santos í Brasil, New York Cosmos í USA og Brasilska landsliðið.
Pelé var eisini rørdur, tá allir gestirnir til gallatiltakið reistu seg upp og klappaðu fyri honum. Hann fegnaðist um, at hann nú eisini hevði ein Ballon d’Or bólt, tí tá hann spældi, kundu bara spælarar í Evropa fáa heitið.
Her tóktist ongin ivi verða um, at øll viðurkenna Pelé sum ein tann størsta fótbóltsspælaran nakrantíð.
Soleiðis atkvøddu Ronaldo og Messi
Cristiano Ronaldio, liðskipari hjá Portugal.
1. Radamel Falcao (Monaco/Kolumbia)
2. Gareth Bale (Real Madrid/Wales)
3. Mesut Özil (Arsenal/Týskland)
Lionel Messi, liðskipari hjá Argentina:
1. Andrés Iniesta (Barcelona/Spania)
2. Xavi (Barcelona/Spania)
3. Neymar (Barcelona/Brasil)
Lars Olsen valdi hvørki Messi ella Ronaldo
Føroyski landsliðsvenjarin heldur ikki at Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi hava verið best í 2013
Lars Olsen hevur hinvegin saman við danska landsliðsvenjaranum, Morten Olsen, valt at atkvøða heldur lokalt. Teir hava báðir svensku superstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic, sum besta spælaran í 2013.
Tað var í gjár, at altjóða fótbóltssamgongan hevði stóra Ballon d’Or gallakvøldið. Her gjørdist greitt, at Cristiano Ronaldo er heimsins besti fótbóltsspælari 2013. Hann vann heiðurin frammanfyri Lionel Messi og Franck Ribery.
Lars Olsen hevur tó fingið eitt so gott eyga á Zlatan Ibrahimovic, sum hevur skotið trý mál og lagt upp til eitt móti Føroyum í HM undankappingini, at hann hevur valt hann sum besta spælaran í 2013.
Hann valdi Cristiano Ronaldo sum nummar tvey og Lionel Messi sum nummar trý. Her er Morten Olsen ikki heilt samdur, og hevur valt Lionel Messi sum nummar tvey og Cristiano Ronaldo sum nummar trý.
Tað eru landsliðsvenjararnir, liðskiparar á landsliðnum og eitt umboð fyri fjølmiðlarnar í hvørjum landi, ið atkvøða. Atkvøðast skal fyri nummar eitt, tvey og trý.
Soleiðis atkvøddu Lars og Fróði:
Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari:
1. Zlatan Ibrahimovic (PSG/Svøríki)
2. Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal)
3. Lionel Messi (Barcelona/Spania)
Fróði Benjaminsen, liðskipari á føroyska landsliðnum:
1. Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Spania)
2. Lionel Messi (Barcelona/Argentina)
3. Robin van Persie (Manchester United/Holland)
Fróði peikaði á Ronaldo
Fróði Benjaminsen var eitt sindur í iva um, hvønn hann skuldi velja. Hann hevur áður tikið Lionel Messi fram um portugisan, men í ár setti hann argentinumannin sum nummar tvey.
- Tað var rættiliga trupult at taka dagar í millum teir báðar. Men Ronaldo hevur verið ótrúliga stabilur í nógv ár. Í fýra ár hevur hann verið næstur í røðini eftir Messi, men tað hevur ikki tikið mótið frá honum. Hann hevur bara koyrt á, og í fjør hevði hann eitt fantastiskt ár. Tí valdi eg Ronaldo, sigur Fróði Benjaminsen.
Soleiðis er FIFA Ballon d’Or skipað:
Tað er liðskipararnir á landsliðunum, landsliðsvenjarar og eitt umboð fyri fjølmiðlarnar í hvørjum landi, ið atkvøða fyri ársins spælara.
Hjá monnunum vóru 184 liðskiparar og 184 landsliðsvenjarar, umframt 173 umboð fyri fjølmiðlarnar, ið atkvøddur fyri Cristiano Ronaldo, Lionel Messi og hinum.
Hjá kvinnunum vóru 147 landsliðsvenjarar, 146 liðskiparar og 88 umboð fyri fjølmiðlarnar atkvøddur fyri Nadine Angerer, Abby Wambach og Martu.
Umboðini skulu atkvøða fyri nummar eitt, tvey og trý. Nummar eitt fær 5 stig, summar tvey 3 stig og nummar trý fær eitt stig. Síðani verður talt saman.










