Føroyingar fáa ein gyltan møguleika at uppliva stjørnurnar hjá Chelsea.
Týsdagin 31. juli kl.20.10 spæla Brøndby og Chelsea vinardyst á Brøndby Stadion, og Flogfelag Føroya fer at skipa fyri ferð úr Føroyum til dystin.
Farið verður úr Føroyum á morgni týsdagin, og ferðalagið er aftur á klettunum seinnapartin dagin eftir. Kostnaðurin er 2.750 kr. fyri hvønn.