Unn í Dali
????
Gud, hoyrir tú okkara bønir?
Vit biðja um frið,
men eru í kampi við hvønn annan.
Vit biðja um náði,
men fyrigeva ikki okkara næsta.
Vit biðja um breyð,
men unna ikki at geva uttan treytir.
Vit biðja um kærleika,
men hata útvald menniskju.
Vit biðja um ikki at verða dømd,
men døma sjálvi við harðari hond.
Vit biðja um heilsu,
men dálka sjálvi tað umhvørvi, har heilsan skal liva.
Gud, hoyrir tú okkara bønir?
Vit biðja og biðja og biðja
og skilja ikki, hví tú ikki svarar, Gud?
So, Gud, um tú hoyrir okkara bønir,
vit gevast ikki at biða.
_ _ _
Við tí fríða viljanum skapa vit. Vit skapa hvønn dag, hvønn tíma og hvørt minutt. Vit skapa ófrið og ynskja frið, vit skapa sorg, og ynskja gleði, skapa dálking og ynskja reint umhvørvi.
Hygg at gávuni, vit eiga, tann fríða viljan. Vit kunnu velja; velja at skapa og vit kunnu velja at ynskja. Vit velja at ynskja okkum til tað, sum gagnar okkum, og tað er so eisini staðfest sum verðandi eitt ynski! Vit velja at skapa tað, sum ikki gagnar okkum. Og tað er so eisini staðfest sum verðandi, ítøkiligt skap.
Jú, eg trúgvi, at Harrin hoyrir hvørt orð í bønum okkara. Tað er bert so, at skuldi hann steðga tær í at mótarbeitt tínum egna sálarfriði, gjørdi Gud seg inná tað størstu lógina/gávuna, sum er tann fríði viljin. Tú mást viðurkenna, at ábyrgdin fyri tínum reina umhvørvi, tínari gleði, tínum sálarfriði, er hjá tær sjálvum. Kraftin at skapa er til staðar og kemur frá Gudi. Kraftin er tín, og tú hevur sjálvur valdið at velja at nýta ella misnýta megina.
Hetta kan sýnast rættiliga ræðandi. At hugsa sær, at eisini tú eigur ábyrgdina fyri standinum í heiminum í dag. Vit hava ØLL eina felags ábyrgd.
Ein kan fáa eina kenslu av maktarsloysi, og hugsar: "Hvat munar tað, um eg broyti hugsjón og taki ábyrgd?". Og eg svari: "Hugsa tær til, um hvør dropi í havinum hugsaði eg muni onki, so var onki hav." Hygg út í heimin, ella bara oman í sjóvarmálan og sýggj, at dálkingin er úrslitið av einstaklingum sum hava skapað. Heldur tú so ikki, at einstaklingar kunnu skapa tað reina umhvørvið?
Vit eru harðliga noydd at steðga á. Vit ganga her á jørðini við steinum í styvlunum og geva hvør øðrum skyldina fyri, at teir eru komir har. HALLÓ, tú, lat teg úr stylvunum, tøm teir fyri steinar. Grunda yvir, hvørja leið tú hevur gingið. Hvar ynskir TÙ at fara nú?









