DAGPENGAR
Ikki bara listafólk eru við sviðusoð, nú dagpeningalógin er broytt. Eisini smærri sjálvstøðug arbeiðspláss eru burturvíst úr Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini. Leila á Lofti, sum rekur fysioterapistovu á Argjum, fekk seinasta summar at vita frá Almannastovuni, at hon ikki longur hevur rætt til sjúkrapengar frá Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini, um hon verður sjúk. Fysioterapistovan er smápartafelag, og megnar ikki at gjalda løn til starvsfólk, verða tey sjúk.
- Í mínum føri er partafelagið bara eg. Arbeiði eg ikki, fái eg heldur onga løn. Eg má fáa A-inntøku sambært smápartafelagslógini og átti tí sum onnur havt rætt til løn vegna sjúku, men havi umframt tað tryggjað meg, helt eg, við eisini at gjalda til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanina.
- Smápartafelag stovnaði eg, tí tað sambært ráðgeving skuldi gjørt viðurskiftini einfaldari, men eg haldi, at fólk eiga at fáa at vita, tá ið tey tekna smápartafeløg, hvussu tey eru fyri, um tey verða sjúk. Eingin hevur nakrantíð sagt við meg, at eg kann tað sama halda uppat at gjalda til dagpeningaskipanina, tí eg havi kortini ikki rætt til nakað, sigur Leila á Lofti.
Ikki lagt upp fyri
Fyri tveimum árum síðani setti Leila á Lofti, sum tá aftur kom í hornatøkur við dagpeningaskipanina, seg í samband við sakføraran hjá sínum fakfelag fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum.
- Eg bað sakføraran hjá Føroyskum fysioterapeutum, um at hjálpa til við hesum principiella máli, tí vit eru fleiri fysioterapiklinikkir, ið eru skipaðar sum smápartafeløg, men nú er tvey ár liðin, og eg havi onki frætt aftur enn.
Um eingin avtala er við arbeiðsgevaran, sigur lógin fyri starvsmenn, at lønmóttakarin skal hava løn frá dagpeningaskipanini, verður hann sjúkur. Dagpeningaskipanin heintar síðani peningin aftur frá arbeiðsgevaranum.
- Hetta ber jú ikki til í mínum føri, tí í lønar- og útreiðslupartinum, vit hava samráðst okkum til við Sjúkrakassan, er als ikki lagt upp fyri slíkum. Almanna- og heilsumálastýrið skal góðkenna sáttmálan, vit arbeiða eftir, so tey vita akkurát, hvørjar umstøður vit arbeiða undir, sigur Leila á Lofti.
Vánalig málsviðgerð
Leila á Lofti hevur goldið til Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini síðani 1989.
- Tá ið kunningin kom frá Almannastovuni, gjørdist eg ikki klókk. Tað er sum um ein kann vænta hvat sum helst haðani. Tíbetur havi eg ikki brúk fyri dagpengum nú, men eg setti meg beinanvegin í samband við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum við nøkrum spurningum, sum eg ikki havi fingið svar uppá enn. At venda mær til dagpeningaskipanina, kom mær ikki til hugs, tí hvørja ferð eg havi tosað við fólk har, havi eg kent meg ógvuliga illa. Følt tað sum um tey halda, at eg snýti tey, og tá er okkurt heilt galið. Málsviðgerðin er ikki soleiðis, at tú følir tey royna at hjálpa tær.
Eins og listakvinnurnar, vit høvdu samrøðu við í blaðnum í gjár greiða frá, hevur Leila á Lofti eisini hvørja ferð, hon hevur havt rætt til dagpening, verið noydd at stríðst og strevast fyri at fáa eitt oyra. Fyrstu ferð í 1993, tá ið hon og maðurin ættleiddu fyrsta barnið. Tá var eingin barsilsgrunnur, men foreldur, sum ættleiddu børn og ikki vóru almenn sett, høvdu heldur ikki rætt til dagpening í barnsburðarfarloyvinum.
- Eg havi verið noydd at leika í hvørja ferð, hóast eg altíð havi havt sjúkraváttan, sum er treytin. Í 1993 tók eg kampin upp, skrivaði til landsstýrismannin, sum hevði økið um hendi, og tað endaði við eftir tógvið stríð, at eisini ikki alment lønt foreldur, sum ættleiða, fáa dagpengar í barnsburðartíðini. At stríðast við myndugleikarnar er ikki tað, tú hevur bestan hug til, tá ið tú akkurát hevur fingið eitt barn, sigur Leila á Lofti.
Gevst ikki
Verður Leila sjúk í longri ella styttri tíðarskeið, koma eingir pengar í kassan.
- Einasti møguleiki er at fara í bankan og útseta lán. Eg má bara vóna, at eg ikki blívi sjúk.
Hon ætlar sær kortini ikki at gevast á hendur nú hon eftir 13 ár er tveitt úr Dagpeningaskipanini.
- Eg havi ongantíð verið ein, sum gevi skarvin yvir á hálvari leið, so sjálvandi stríðist eg víðari. Tá ið tú ert sjúkur og illa fyri orkar tú ikki at stríðast. Eg rokni við, at løgtingslimirnir, ið atkvøddu fyri antin hava sovið í tímanum ella eru skeivt kunnaðir, tá ið teir broyttu dagpeningalógina.