Við svørtum eygum og gapandi kjafti

Tá faðir og sonur vóru á báti norðanfyri Auvær út fyri Kvaløya í Noregi, fingu teir ein løgnan fisk í garnið.

Fiskurin var umleið ein metur langur, silvurlittur og við reyðum finnum, gapandi kjafti og svørtum eygum.

Eftir at teir hava spurt seg fyri, siga menn, at hetta er ein silvurkalvi.

Faðir og sonur fingu fiskin á 48-50 favna dýpi, men sambært netsíðum um fiskasløg heldur silvurkalvi serliga til á djúpum vatni - ella á dýpi, sum liggur millum 200 og 900 metrar.

Annar av feðgunum sigur við www.nordlys.no, at silvurkalvin er næstan púra flatur, og tí er lítil matur á honum - um teir annars vildu roynt fiskin sum matfisk.

Tað er eftir toski, teir báðir royna, og hóast farið er um bestu tíð á leiðini, er framvegis nógvur toskur at fáa, siga teir.