Viðareiðisvegurin: Skal hetta vegastrekkið lýsast við fáum orðum, so eru tað hesi: Vandamikið. Ótíðarhóskandi. Vindhart. Myrkt.
Hvønn einasta dag koyra omanfyri 450 bilar í miðal millum Viðareiði og Hvannasund. Bara ta lítlu løtuna, vit hitta borgarstjóran á Viðareiði á hesum vegnum, fara bilar í hópatali súsandi framvið okkum.
Fólkið á Viðareiði hava ikki annan veg fyri at sleppa til umheimin enn at koyra eftir smala og til tíðir óunniliga strekkinum. Her er talan um fólk sum fara av bygdini í arbeiðsørindum og ikki minst um allar teir mongu skúlanæmingarnar, sum hvønn einasta dag fara í skúlarnar í Klaksvík ella aðrastaðni.
Í barmi teirra liggur eitt ynski til landsins myndugleikar um at fáa bøtt um hesi viðurskifti. Ein heitan og sólríkan summardag er hetta ein vakur túrur, men ein ringan vetrardag við vindi, regni og ringum sýni er hetta alt annað enn ein sunnudagstúrur við familjuni.
- Fyri at siga tað akkurát sum tað er: Um fólk høvdu hugsað um vandan fyri omanlopi, so hevði neyvan nakar viljað koyrt eftir Viðareiðisvegnum, slær Hans Jákup Kallsberg fast.
Eisini hjá Landsverki eru tey vitandi um hetta. Á heimasíðu teirra stendur nevniliga at lesa, at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi og at grót kemur ofta á vegin.
Sagt verður, at ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, millum annað er teknaður ein tunnil millum Hvannasund og Middal við tilhoyrandi vegum. Tunnilin er 2300 m og vegirnir tilsaman 4000 m.
MÁ koma
Hans Jákup Kallsberg leggur dent á, at tað er ikki bert bygdarráðið sum stendur aftanfyri hetta kravið um tunnil. Bygdarfólkið tekur eisini fult undir við tí.
Bygdarfólkið hevur havt eitt sera gott tol tey seinastu árini. Tey hava bíðað og bíðað eftir eini loysn og at givin vallyfti verða sett í verk. Ein glotti hómaðist kortini herfyri, tá stóra Samferðsluætlanin varð løgd fram.
Sambært hesi ætlanini, ið varð løgd fram í næstseinastu samgongu, varð nevnt at farast skuldi undir henda tunnilin í 2012.
Fyrst skuldi ein annar tunnil í Norðoyggjum gerast, nevniliga tann norður um Fjall, tey nevna – tað er: ein tunnil sum skal binda saman Klaksvík við økið norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni.
Tvey uppskot hava verið nevnt í hesum sambandi – eitt millum Ánirnar ella Strond og norður til Depils. Og eitt av Gerðum í Klaksvík til Norðtoftir, umvegis Árnafjørð.
- Ætlanin var, at tá hetta arbeiðið var liðugt, so skuldi ein halda fram við tunlinum til Viðareiðis, sigur Hans Jákup Kallsberg.
Nú er nýggj samgonga skipað, og bygdaráðsformaðurin á Viðareiði bíðar tí spentur eftir, hvørjar ætlanir nýggju landsstýrisfólkini hava á hesum øki.
- Eitt er í øllum førum givið: Tunnilin MÁ bara koma, serliga um alt økið her norðuri verður lagt saman í eina kommunu, sigur hann.
Kenna strekkið
Fyri fólkið í Norðoyggjum og fyri tey, sum av vinnuligum ella øðrum orsøkum hava ørindi norðanfyri, er neyðugt at okkurt verður gjørt á við ferðslutrygdina í økinum.
- Í løtuni eru gomlu tunlarnir á Borðoynni ikki at meta sum annað enn fløskuhálsar. Hesir mugu gerast av nýggjum fyrst, og síðani er neyðugt at fara undir at bøta um vegasambandið til Viðareiðis.
- Og her kann bert ein einstøk loysn góðtakast, slær hann fast.
Fólkið norðanfyri eru so líðandi vorðin von við at koyra eftir smala og sera ótíðarhóskandi vegastrekkinum millum Hvannasund og Viðareiði. Tey hava koyrt hetta strekkið so ofta, at tey kenna hvørt sving og hvørt víkipláss á tí 9 kilometrar langa strekkinum til grannabygdina sunnanfyri.
Mong teirra kenna hetta vegastrekkið so mikið væl, at tey eisini duga at meta um, hvørt tey skulu halda av ella fara inn á eitt av víkiplássunum áðrenn tey møta einum bili, hóast hin bilurin eigur at halda av.
- Tann stóri trupulleikin er tí júst teir fremmandu bilarnir, ið ikki kenna vegin til fulnar.
Fólkatalið minkar
Við egnu uppliving síðari á Viðareiðisvegnum í huga (sí aðra grein á síðuni, har hendingin verður lýst í stuttum) er Hans Jákup Kallsberg ikki eina løtu í iva um, hvat rættast er at gera: Ein tunnil má gerast millum Hvannasund og Viðareiði!
Kommunan hevur við millumbilum sent landsins myndugleikum bræv við umbøn um, at tunnilin verður gjørdur norður higar, eins og fundur hevur eisini verið við fólk frá Landsverki.
Fólkatalið á Viðareiði hevur verið í støðugum vøkstri, og er í dag omanfyri tey 350. Tað sjáldsama er eisini tað, at í bygdini býr eitt sera stórt tal av ungum fólkum.
Tað vísir seg, at tað eru sera fáar familjur har báðir partar eru úr bygdini. Í allar flestu førum er bert annað teirra av Viðareiði.
- Vit ynskja sjálvandi at bygdin skal vaksa uppaftur meiri. Men vit duga samstundis at síggja, at uttan ein tunnil kann hetta gerast trupult, sigur borgarstjórin.
Og hann leggur síðani aftrat:
- Um ikki okkurt munagott hendir, kann væl henda at fólkatalið í bygdini fer at minka. Sum nú er, verður trupult at fáa fremmand fólk at búseta seg her!
Fangaði í einum omanlopi
Eitt er tað, at vegurin er smalur og ótíðarhóskandi. Eitt annað er so tað, at tað kemur meiri enn so fyri, at grót rapar oman á vegin.
Hetta er nærum dagligur kostur, og mong fólk á Viðareiði vita at siga frá hendingum, har tey hava upplivað hetta sama. Hans Jákup er sjálvur eitt teirra:
- Hetta var ein dag í september mánaði fyri nøkrum árum síðani. Tá endaði eg mitt í einum stórum omanlopi, meðan eg var á veg til hús.
Tað hevði regnað illa henda minniliga dagin, og fólkið veit, at hava áirnar brúnan lit, er hetta tekin um at okkurt omanlop kann vera á veg. Henda dagin var kortini øðrvísi: Áirnar høvdu ikki henda litin, hóast nógv regn var komið niður.
- Regnið oysti so nógv niður, at viskararnir megnaðu ikki at halda regninum burtur frá forrútinum – sjálvt um teir vóru for frá. Um eg ikki kendi vegin, hevði eg neyvan komið til hús henda dagin, greiðir hann frá.
Komnir nakað norður ímóti heimbygdini sóu teir, at ein omanlop hevði verið og at ein bilur stóð mitt í tí. Og bilin hevði ein ung kvinna av Viðareiði koyrt.
Teir ringdu til løgregluna, samstundis sum teir vendu við aftur ímóti Hvannasundi. Løtu seinni kom ein gravkúgv frá Landsverki og byrjaði henda beinanvegin at rudda vegin. Hetta vísti seg kortini at vera eitt størri átak, tí so at siga allar áirnar framvið vegnum vóru lopnar – og lupu meðan teir koyrdu suðureftir – eins og nógv grót var á vegnum.
- Tíbetur hendi eingin mansskaði hesa ferðina, men tá tað regnar illa, situr óttin framvegis í okkum um at vit kunnu verða fangaðir aftur í einum omanlopi!










