Við slupp til Lerwick

Í dýrdarveðri og hvøssum heglingsælingi varð siglt frá Havnini til Hetlands, tá 18 mans umborð á Jóhonnu hildu eina øðrvísi hvítusunnuhøgtíð

Onkur politistur, annar prestur, ein triði arkitektur og ein fjórði maskinmeistari. Ymiskir vóru teir í sinn og skinn, eisini í aldri, tí meðan yngsti luttakarin var fyrst í tjúgunum, var tann elsti miðskeiðis í sekstiárunum. Felags fyri hesar og hinar av manningini, sum taldi 18 mans, umborð á Jóhonnu, var, at teir hóskvøldið 18. mai stevndu í ein landsynning móti Hetlandi.

Teir høvdu góðan byr undan og tað tók gott og væl eitt døgn at sigla til Lerwick. Tíðliga leygarmorgun varð lagt at í hetlendska høvuðsstaðnum, og tá tað ikki bleiv loyst aftur fyrr enn sunnumorgun, høvdu menn eina løtu býnum. Hesa brúktu teir millum annað til at vitja ítróttamiðstøðina Clickiman, og annars varð gingið hvør í sínum lagi runt í Lerwick.

Veðrið var av tí allar fagrasta, og tá kvøldið kom varð grillað á dekkinum. Hugnaligt var hetta, og var bæði sungið og reypað. Onkur lokalur legði eisini leiðina framvið til eitt prát.

Seinni um kvøldið leitaðu menn sær niðan í býin, har teir vitjaðu í einum dansistað. Her vísti tað seg, at teir báðir suðuroyingarnir Eyðun Jacobsen og Neil Joensen spældu, og tá leið á náttina vitjaðu hesir báðir eisini umborð á Jóhonnu.

Hvítusunnudag stevndi Jóhanna út úr Lerwick, men áðrenn hon rundaði Sunburgh Head, var skipað fyri andakt, sum presturin í Leirum, Ólavur Rasmussen tók sær av.

Túrurin heim gjørdist nakað baldrutur, og høvdu teir eitt frískt lot ímóti sær. Men seglini munaðu so mikið væl, at túrurin heim ikki var drúgvari enn niður.

2. hvítusunnukvøld legði Jóhanna at í Vági, og 18 vælnøgdir mans komu í land, eftir eina heldur øðrvísi hvítusunnuhøgtíð.