Tilboð
Suðuroyar Sparikassi bjóðar nú sínum verandi og komandi viðskiftafólkum eitt nýtt lánitilboð, eitt sonevnt DJ-lán.
- Navnið DJ sipar til mánaðirnar desember og juni, men viðskiftafólk kunnu sjálvandi velja aðrar mánaðir at skapa sær fíggjarligt rásarúm.
Nýggja tilboðið hjá Suðuroyar Sparikassa er "orginalt" á tann hátt, at hetta er nakað, sum sparikassin hevur funnið upp á sjálvur.
- Hetta er ikki eitt "kopi" av nøkrum, sum aðrir hava, hvørki her heima ella uttanlands.
DJ lán verður veitt sum annuitetslán við veð í fastari ogn.
- Annuitetslán eru eyðkend við einum føstum mánaðarligum gjaldi, sum verður ásett við støði í lánsupphædd, afturgjaldstíð og rentu.
Suðuroyar Sparikassi sigur, at verður eitt vanligt 20 ára annuitetslán lagt um til eitt DJ-lán, verður mánaðarliga gjaldið sum meginregla tað sama fyri DJ-lánið, sum fyri vanliga annuitetslánið.
- Fólk kunnu biðja um gjaldsskáa upp til tveir mánaðir um árið, um tey ætla sær at brúka peningin til okkurt annað. Talan kann verða um at fullføra ein dreym um eina summarfrí, vetrarfrí, um ein nýggjan bil ella bara um størri fíggjarligt rásarúm í húsarhaldinum, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn.
Størri frælsi
Mánadagin skipaði Suðuroyar Sparikassi fyri tíðindafundi um nýggja tilboðið.
- Tilboðið byggir á, at viðskiftafólk við DJ-láninum kunnu fáa upp til tveir avdráttarfríir mánaðir um árið - eftir egnum ynski. Um fólk ynskja tað, kunnu avdráttarfríu mánaðirnar sparast upp, soleiðis at tú kanst fáa fleiri mánaðir í einum ári ella yvir nøkur ár, sigur Søren.
Á tíðindafundinum vísti hann á, at við DJ-láninum verður afturgjaldstíðin longd í mun til eitt vanligt annuitetslán við í minsta lagi talinum av avdráttarfríum mánaðum.
- Talan er sostatt um, at peningurin verður læntur í eitt longri tíðarskeið - og at restskuldin ikki lækkar eins skjótt, sum av "vanligum" lánum, sigur Søren L. Bruhn.
Á tíðindafundinum var eitt dømi tikið fram um eitt DJ-lán, sum er tikið yvir 20 ár.
Um lántakarar brúka gjaldsskáan upp á tveir mánaðir um árið "fult út", fær lántakarin gjaldsskáa í tilsamans 54 mánaðir, men tá verður so lánstíðin eisini tilsamans 26 ár og 7 mánaðir í staðin fyri tey upprunaliga 20 árini.
- Hetta verður gjørt fyri at geva lánstakaranum størri frælsi og fyri at gera tað lættari, um lánstakarin hevur brúk fyri gjaldsskáa, sigur Suðuroyar Sparikassi um nýggja tilboðið.