Saman við trimum vinmonnum hevur kanadiski tíðindamaðurin Cameron Dueck siglt ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina úr Kyrrahavinum eystur í Atlantshavið. Teir fóru undir ferðina fyrst í juni við tí 40 føtur stóra seglbátinum Silent Sound, og hóast teir nú eru komnir tvørturum, endar ferðin ikki fyrr enn í næsta mánaði.
Málið við ferðini er at prógva, at tað ber til at sigla fram við póløkinum uttan hjálp frá ísbrótara.
Á ferðini løgdu kanadiumenninir at í nøkrum inuittabygdum, og har fingu teir at vita, at upprunafólkið stúrir fyri avleiðingunum av broytingunum í veðurlagnum, skrivar KNR.