16 ára gamla Greta Thunberg, ið seinasta árið er vorðið ímyndin av stríðum móti veðurlagsbroytingum, fer næsta mánað at sigla tvørtur um Atlantshavið. Tað ger hon fyri at kunna at luttaka á einum ST-toppfundi um veðurlagsbroytingar.
Undangongukvinnan fyri veðurlagsverkføllini, ið hava verið kring heimin seinastu mánaðirnar, hevur tí støðu, at hon sýtir fyri at taka flogfar vegna teirra stóra CO2-útlát. Í staðin ferðast hon við toki, tá hon luttekur á verkføllum og fundum kring Evropa.
Hendan støðan hevur higartil forðað fyri luttøku á fundum og tiltøkum uttanfyri Evropa, men nú hevur hon funnið eina loysn.
- Góð tíðindi! Eg taki lut á ST fundinum Climate Action Summit í New York. Eg havi fingið boðið at koma við kappsiglaranum Malizia II, skrivar Greta Thunberg á Twitter.
Mett verður at ferðin við bátinum til New York tekur umleið tvær vikur. Umframt at fara til New York í august hevur hon eisini ætlanir um at luttaka í árliga ST fundinum Framework Convention on Climate Change, ið verður í Kili í desember.

Við seglbáti tvørtur um Atlantshavið til veðurlagstoppfund

