Eyðun á Borg
VIÐ SÍÐU(R)NAR AV: Í Útvarpinum var málfrøðingur ikki so neiligur viðvíkjandi at siga »við síðu(r)nar av«. Lurtarin, ið spurdi, mundi halda orðingina vera skeiva.
R: Málfrøðingurin vísti á, at eitt err (r) viðhvørt sníkir seg inn í orð, sjálvt um errið ikki er heilt rætt eftir mállæruni.
Hann nevndi m. a. dømið, høsnarungi, sum ikki skuldi havt r eftir bendingarlæruni, men sum vit kortini siga, og sum eisini verður góðtikið í orðabókini.
Tað vil siga, at eitt r kemur inn millum sjálvljóðini, a og u, í orðinum, høsnarungi. Tað sama er galdandi í orðinum, páskaregg (r millum a og e).
Errið fer eisini inn millum eitt sjálvljóð og eitt hjáljóð (a og h) í t.d. høsnarhús og Høvdarhagi.
Hetta errið kemur sostatt inn í samansett navnorð. “Við síðuna av” er jú ikki samansett navnorð. Kundi málfrøðingurin kanska sagt okkum onnur dømi, har r fer inn í støk orð?
Annars haldi eg »við síðu(r)nar av« (2 r?) ljóða margháttligt.
R HVØRVUR: Onkuntíð hendir tað øvuta, t.v.s. errið verður ikki úttalað.
Dømi: Meinar tú tað? Har siga vit ikki errið. Heldur ikki í navnorðinum, bátarnir. Kortini mugu vit skriva errið.
Á Borg á Argjum altjóða kvinnadag 2010
Við málkvøðu











