Í løtuni stendur einki til hjá sumbingum, sum triðja árið á rað royna seg í bestu deildini. Støðan á stigatalvuni, har teir eru niðastir við ongum stigið, er alt annað enn hugalig, og harumframt eru fleiri av berandi kreftunum í løtuni uttanfyri hópin, orsakað av skaðum.
Seinasta vikuskiftið vórðu teir rætt og slætt avbukaðir, og tí er týdningarmesta uppgávan hjá Milan Cimburivic helst at geva monnum sínum nakað av sjálvsáliti aftur.
Venjarin ásannar tó, at talan verður um eina sera trupla uppgávu fríggjadagin. Tá vit færttu, vóru fleiri leikarar mettir sum verandi rættuliga ivasamir, og tað varð ikki fyrr enn í gjárkvøldið, at avgerð skuldi takast, hvørt hesir skuldu spæla við ella ikki.
Umframt Baja og Páll Magnar, sum eru langtíðarskaddir, eru fýra aðrir leikarar, sum ikki hava vant í vikuni. Bergur Vinther noyddist út við skaða móti B36 seinast, meðan Eirikur Joensen als ikki var við ta ferðina. Harumframt er jugoslaviski Bibi hálvskaddir, meðan René Thomsen hevur ligið sjúkur í vikuni.
Milan sigur tó, at teir ellivu leikararnir, sum fara á vøllin fríggjadagin fara at berjast sum úlvar á skóg fyri at fáa fatur á stigunum. - Komandi dystirnir verða ógvuliga týdningarmiklir hjá okkum. Tapa vit komandi heimadystirnar móti FS Vágum og B71, verða vit fullkomuliga einsamallir í botninum, og tá verður tað ógvuliga trupult hjá okkum at koma aftur íaftur, eru boðini frá venjaranum.
Ómóðir vágamenn
Vágamenn ásanna eisini, at talan kann gerast um eina rættuliga trupla uppgávu á Krossinum, fríggjadagin. - Teir hava so at siga ryggin móti múrinum, og slík lið eru aloftast torfør at hava við at gera, tí skipað fótbóltsspæl verður ofta sett aftur um stríðsvilja tá so er, sigur Páll Olsen, sum er hjálparvenjari hjá vágaliðnum.
Páll vónar tó, at dygdrnar hjá teimum, fara at viga meira enn stríðsviljin hjá sumbingum, og harumframt leggur hann áherslu á, at FS Vágar eisini noyðist at vinna sær nøkur stig, áðrenn gloppið uppeftir gerst alt ov stórt.
Vágamenn høvdu, orsakað av vanlukkuni har vesturi, frí undanfarna vikuskiftið, og líkt er til, at allir mans eru tøkir til týdningarmiklu uppgávuna.
Dysturin millum FS Vágar og HB, sum skuldi verið leiktur sunnudagin, er nú ásettur at verða 7. juni. Um so er, at bæði HB og FS Vágar mugu lúta í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, verður dysturin tó helst fluttur til 1. juni.