Magnus Gunnarsson
Francis Packenham Goldney varð føddur í enska býnum Dover tann 29. januar 1897. Hann kom higar við bretska hervaldinum sum obert loytnantur, og bleiv næstovasti í herdeildini í Føroyum. Hann var av offiserfamilju, og eins og brøður hansara var hann eisini heryvirmaður. Útbúgving fekk hann á einum av kendastu hermannaskúlum í Bretlandi. F.P. Goldney hevði verið nógv í Indiu áðrenn hann kom hendanvegin, har hann bleiv skaddur og misti lutvíst førleikan. Hann hevði stóran áhuga fyri indiskari mentan og átrúnaði.
Goldney steypið
Goldney hevði lætt við at koma í samband við fólk, og kendi fólk víða hvar um heimin. Hann treivst væl millum føroyingar og í Havnar Telvingarfelag má hann metast sum ein rættuligur kapasitetur. Hann bleiv limur í felagnum stutt eftir at hann kom til Føroya.
Tann 5. Juni í 1943 gav Goldney felagnum eitt ferðasteyp, ið varð nevnt ?Goldney steypið?. Kappingar vóru um steypið til desember 1947, og varð tað Johan Pauli Hendriksen ið vann tað til ognar.
Í 25 ára minnisritinum hjá Havnar Telvingarfelag sæst, at Goldney væntaði at fara aftur til Onglands eftir kríggið. Ársveitslan hjá talvfalagnum tann 11. mars 1944 var samstundis ein fráfaringarveisla fyri Goldney, har Johan Pauli Hendriksen takkar honum fyri áhugan, hann hevur víst felagnum, og at Goldneysteypið hevur stimbrað áhugan í felagnum.
Í røðu síni sigur Goldney, at felagið hevur havt stóran týdning fyri hann. Hann takkar eisini Valdemar Andreasen og hansara hjartagóðu systur, ið hava verið honum ein hollur stuðul. Systurin var Óleva, sum hann seinni giftist við.
Tann 2. Apríl 1945 er Goldney enn ikki farin, tí formaðurin, Tórarinn Evensen, takkar honum fyri tíðina og sigur, at teir gjøgnum hann hava lært at virðismeta bretar frá teirra bestu síðum.
Wood borðið og
nýtt felagshús
Goldney fekk bretska meistaratelvaran, Baruch Harold Wood, hendavegin eftir kríggið. Undir vitjan síni í Havn í 1946 gav B. H. Wood ein heiðursprís til føroysk telvingarfeløg at kappast um eftir nærri ásettum reglum. Hetta var tað tiltikna ?Wood-borðið?, sum tað síðani hevur verið nevnt.
Eftir kríggið kannaði nevndin í Havnar Telvingarfelag møguleikan fyri at útvega felagnum egin hús. Goldney sýndi hesum royndum stóran ans, og í juni 1945 vendi hann sær til nevndina viðvíkjandi einum húsum Yviri við Strond, sum bretar høvdu bygt. Hann útvegaði felagnum húsini fyri 3000,- kr. Vóru húsini lýst til sølu, høvdu tey farið fyri mangt slíkt.
Í 1946 vóru Francis Goldney og Knud Lambaa kosnir til heiðurslimir í Havnar Telvingarfelag. Áðrenn tað, í 1941, var Arthur Brend vorðin heiðurslimur. Tað sum Goldney fekst við, gekk hann uppí við lív og sál. Í enskum fótbolti helt hann við Dover, Portmouth og Grimsby.
Skuldi til Føroyar, men endaði í Portugal
Einaferð Francis Goldney var í Onglandi, keypti hann ein ferðaseðil til Føroyar. Tá
Flogfarið kom vegin fram, vísti tað seg, at hann var komin til býin Faro í Algarve í Portugal. Flogfelagið hevði gjørt eitt mistak, og tók sær alla ábyrgdina av hendingini. Teir høvdu tikið feil av Faroe og Faro (úttalast faru), og hann fekk frítt uppihald á fínum gistingarhúsið og ferðaseðilin goldnan til føroyar.
F. P.Goldney hevði gott innlit í føroyska søgu. Í bókini ?Føroyar undir fríum handli í 100 ár?, sum Føroya Landsstýri saman við føroyskum handilsfeløgum gav út í samband við, at 100 ár vóru liðin síðan einahandilin varð avtikin í 1856, skrivar hann tvær greinar á enskum. Onnur er ein samandráttur um føroyska handilsmonopolið, har hann greiðir frá søguligu gongdini frá 1200-talinum fram til 1856. Hin er um tíðina frá tí at einahandilin bleiv tikin av í 1856 fram til 1956.
Bilasølan ?Óleva
og Francis Goldney?
Francis Goldney giftist við Ólevu Andreasen úr Gamla Danmark í Havn. Hús teirra vóru við Hoyvíksvegin, nærhendis Kongaminnið, og vóru nevnd ?Villa Dover? eftir heimbýi hansara.
Eftir kríggið innflutti hann hessian beinleiðis úr Indiu, ið bleiv brúkt til fiskapakning her hjá okkum. Eisini keypti Goldney í samstarv við Knud Lambaa, trolaran ?Boyne? brúktan úr Onglandi.
Hóast F. P. Goldney hevði hernaðarliga útbúgving og hevði arbeitt sum heryvirmaður, royndist hann væl sum handilsmaður. Hann hevði fleiri søluumboð, umframt at hann bleiv ein kendur bilasølumaður
Bilasølan hjá Ólevu og Francis Goldney seldi nógvar bilar, og tey skriva í einum brævi frá 10. november í 1965, at tey fyri 7 árum síðan, í 1958, fingu umboð fyri Peugeot frá Nordisk Karrosserifabrik A/S í Svendborg og umleið tvey ár seinni fingu tey umboð fyri Rootes Group frá British Motor A/S í Keypmannahavn. Rootes Group var ein konsern í Onglandi sum gjørdi bilarnar: Humber, Sunbeam, Singer og Commer. Frá 1958 til 1965 høvdu tey selt yvir 80 bilar, harav teir 70 vóru Peugeot hýruvognar, nakrir Hillman persónbilar og Commer bussar og vørubilar.
Nýggjan Peugeot við til talvkappingar
Tá Goldney saman við øðrum fór av landinum til talvkappingar, fekk hann sær ofta ein nýggjan Peugeot bil frá danska Peugeot umboðnum, og koyrdi niður til Sveits ella Italiu. Av tí at bilurin var nýggjur, koyrdi hann ongantíð ov skjótt, og fór ikki upp um 90 km/t, so hýruvognseigarin í Føroyum skuldi fáa ein væl tilkoyrdan bil. Hesir bilar høvdu grensunummarplátur, ið vóru skiftar út við føroyskar tá eigarin fekk bilin.
Peugeot var ein nógv seldur hýruvognur í Føroyum. Sera vælegnaðir vóru stationcar útgávurnar, við 3 rekkjum av setrum, sum øll vendu frameftir og vóru tí heilt nógv brúktir til rutubilar millum bygdir.
Tey fyrstu árini høvdu tey sjálvi eykalutagoymsluna um hendi, men tað vísti seg at blíva ein ov stór arbeiðsbyrða fyri tey. Í 1965 yvirtekur Auto Service hjá Óla Arge eykalutagoymsluna. Teir høvdu eisini avtalu um at gera eftirlit og tænastuveitingar fyri kundarnar hjá Goldney.
Tá Goldney gavst við at selja bilar, yvirtók Auto Service søluna av Peugeot bilunum í Føroyum.
Francis Goldney andaðist 26. september 1987, 90 ára gamal, og konan, Óleva andaðist 20. november 1993, 84 ára gomul.
Keldur:
Axel Mortensen
Signar Dalfoss
Rubek Rubeksen
Valdemar Poulsen
Mogens H. Damkier
Havnar Telvingarfelag 25 ára minnisrit
S.Merkistein: Føroysk telving í 20. øld